Danska verjan hjálpir føroyingum

Vørn og danska verjan samstarva í sambandi við íkomnu støðuna viðvíkjandi vaktarskipunum

Uttanríkis- og fiskimálaráðið skrivar, at Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, seinnapartin í gjár tosaði við danska verjumálaráðharran, Jeppe Bruus. Teir umrøddu millum annað støðuna, nú bæði føroysku vaktarskipini, Brimil og Tjaldrið, liggja.

 

Eitt danskt sjóverjuskip er í føroyskum sjógvi í løtuni og er tøkt at røkja uppgávurnar fyri Vørn. Tá ið Tjaldrið fekk maskintrupulleikar, setti Vørn seg beinanvegin í samband við donsku verjuna um støðuna, og nú er avtala gjørd um, at hetta stendur við, til Brimil ella Tjaldrið aftur er klárt at seta í sigling.

 

Vit hava eitt gott og væl roynt samstarv við donsku sjóverjuna, sum einaferð enn vísir sítt virði. Tað hevur týdning at hava tætt samband og at kunna hjálpa hvørjum øðrum, tá ið á stendur", sigur Bárður á Steig Nielsen.

 

Vørn og danska verjan halda fram at samskifta um støðuna og um møguligan tørv á samstarvi um ítøkiligar uppgávur.