Pauli og Skövde vunnu seg víðari í svensku steypakappingini

Skövde vann báðar sekstandapartsfinalurnar móti Country

Landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen og liðfelagarnir í Skövde hava vunnið seg víðari til áttandapartsfinalurnar í svensku steypakappingini.

 

Í dag var talan um seinnu sekstandapartsfinaluna í svensku steypakappingini á útivølli móti Country úr triðbestu deildini. Country er tað minna hondbóltsfelagið í Skövde.

 

Farna vikuskiftið vann Skövde í fyrru sekstandapartsfinaluni á útivølli 40-36 (20-19) á Country.

 

Í gjørdist talan um 33-28 (17-18) sigur á heimavølli. Undan dystinum slapp Country at skjóta seks brotskøst, og vóru teir á odda 6-0 tá dysturin byrjaði. Sama var galdandi í fyrru sekstandapartsfinaluni.

 

Enn er ikki greitt hvørjum Skövde møtir í áttandapartsfinalunum.