FC Suðuroy er á veg úr høvuðsstaðnum og suður við trimum stigum. Á veg suður fara teir framvið Sandoy, har tað i dag er fagnaður um, at tað nú er greitt, at B71 flytur upp aftur í Meistaradeildina, har liðið ikki hevur verið síðani 2011.
Í fjør var FC Suðuroy í bestu deildini, og tað sær út til, at tað fer at eydnast at endurvinna plássið í fremstu røð.
Í dag var FC Suðuroy í høvuðsstaðnum, har FC Hoyvík var vertur á Hoyvíksvølli. 8. august var tað heilt óvæntað, tá ið FC Hoyvík á sama vølli vann 1-0 ímóti FC Suðuroy.
Í dag lótu gestirnir av Vágseiði ongan iva vera. FC Suðuroy vann 3-0, og tað var merkisvert á tann hátt, at FC Suðuroy var undirmannað í 70 minuttir, og at FC Suðuroy í seinna hálvleiki misnýtti brotsspark.
Málið varð skrásett sum sjálvmál, tá ið FC Suðuroy beinanvegin legði seg á odda, og so var tað, at FC Suðuroy varð undirmannað, tá ið Olaf Godtfred eftir 18 minuttir sá beinleiðis reytt kort.
Hóast gestirnir vóru undirmannaðir, so høvdu teir fleiri royndir ímóti málinum og hornaspørk. Tíggju minuttir undan steðginum økti FC Suðuroy um munin til 2-0. Mattias Dahl Djurhuus var málskjútti, og tað var liðformaðurin Pætur Augustinussen, sum átti uppleggið.
Eitt stórt korter eftir steðgin bríkslaði dómarin fyri brotssparki til gestirnar, men Salmundur Bech misnýtti, og so var tað í síðsta minutti, at 3-0 sigurin varð staðfestur, tá ið innskifti Olivur Renéson Thomsen skoraði.
FC Suðuroy er á triðja plássi við 44 stigum. Einasta liðið, sum framvegis hevur møguleika at taka uppflytingarplássið frá FC Suðuroy, er ÍF, sum hevur 33 stig.
Um eina viku fer FC Suðuroy aftur í høvuðsstaðin. Tá verður mótstøðuliðið B36.
Hóskvøldið fer FC Hoyvík at spæla fyrsta dystin í 1. deild hjá monnum á nýggja graslíkinum í Fuglafirði. FC Hoyvík er á níggjanda plássi við 19 stigum.











