Næsta ár skal ríkisveitingin frá Danmark til Føroya, verða 635,4 milliónir krónur.
Tað hava samgongan og danska stjórnin avtalað og nú skal hendan avtalan staðfestast bæði í Løgtinginum og á Fólkatingi.
Sostatt verður danski blokkurin til Føroya 3,2 milliónir hægri næsta ár, enn hann er í ár, sigur Jørgen Niclasen.
Tað er ein vøkstur á 0,5 prosent.
Hann sigur, at ístaðin fyri at gera avtalu um blokkin á hvørjum ári, hevur landsstýrið higartil gjørt eina trý ára avtalu um blokkin í 2014, 2015 og 2016.
Næstu trý árini verður blokkurin prístalsviðgjørdur á sama hátt sum í 2012 og 2013.
Og sum tað sær út nú, fer blokkurin aftur at hækka 2,1 prosent í 2015 og 2,2 prosent í 2016, men hesar metingar eru fongdar við stórari óvissu.
Men Jørgen Niclasen vísur samstundis á, at blokkurin verður ein minni partur av fíggjarlógini næsta ár, enn hann er nú
Sum uppskotið til fíggjarlóg fyri 2014 sær út nú, verður blokkurin 13,8 prosent av inntøkunum men í ár var hann 14,1 prosent av inntøkunum tilsamans.
Í dag fer Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi annars at spyrja Jørgen Niclasen um blokkin og í hesum sambandi vil hon hava at vita, hví samgongan hevur gjørt avtalu við donsku stjórnina um blokkin, eisini í 2016, ella upp á nakkan á eini komandi samgongu.
Jørgen Niclasen sigur, at vil samgongan, ella ein komandi, hava blokkin øðrvísi, er einki til hindurs fyri at samráðast við donsku stjórnina um at broyta avtaluna.