Tað eru bara góðar tríggjar vikur eftir, til Frigg-festivalurin fer av barkastokki í Kongens Have í Keypmannahavn.
Á tónleikapallinum verða nøkur av størstu donsku, føroysku, íslendsku og grønlendsku nøvnunum, og hartil verður talan eisini um ein stóran mentanarpall, har matur, list og snið verða við til at skapa eina sterka heildaruppliving.
Fyrireikararnir hava í drúgva tíð gjørt sítt stóra arbeiðið fyri festivalin, og nú dagarnir til premieruna styttast, eru danskir miðlar av álvara farnir at sýna hesum ans.
Steintór Rasmussen, sum er ein av høvuðsmonnunum handan festivalin, sigur, at tey hava gjørt avtalu við DR, sum fer at hava innsløg um festivalin, og á TV2 fær festivalurin eisini innivist í mentanarsending, har Eivør væntandi eisini skal framføra okkurt lag.
Frigg-festivalurin verður hildin 9. og 10. mai, og hesa fyrstu ferðina verður tað altso í Kongens Have, sum av mongum verður roknað sum sjálvt hjartað í Keypmannahavn.