Kinna Poulsen -------------- Framsýningin “Danskjävlar – en svensk kærlighedserklæring” er tann fyrsta, sum er at síggja í framsýningarhølum Charlottenborgs eftir broytingina, sum m.a. hevur ført við sær, at listafólkabólkar sum Den Gyldne, har Torbjørn Olsen, Tróndur Patursson og Hjørdis Haack eru limir og Grønningen, har Hans Pauli Olsen er limur, ikki longur sleppa at halda sínar framsýningar í tignarligu hølunum á Kongens Nytorv. Undirhaldandi danofobi Hugskotið aftan fyri framsýningina “Danskjävlar – en svensk kærlighedserklæring” er eins frískligt og heitið, sum stavar frá sjónvarpsrøðini “Riget” hjá Lars von Trier, har tann svaki, svenski læknin, Stig Helmer heldur sínar ógloymandi, danskarafíggindaligu monologar á takinum á Ríkissjúkrahúsinum: "Vad skogen dog är frisk och stor, kucku kucku fallera. H.C. Andersen, Danmarks nationalpoet. Kucku kucku fallera. De är inte bara fåniga, idioterna, de är tamejfan livsfarliga. DANSKJÄVLAR!!!". Gálvandi, genial danofobi, sum møguliga er ørari, men eisini nakað væl meira undirhaldandi enn okkara egna. Huskotið aftan fyri listaframsýningina er at sýna fram danska samtíðarlist út frá einum uttanfyristandandi sjónarmiði og hesum syrgir nýggi, svenski stjórin í Kunsthal Charlottenborg fyri. Tað er nevniliga Bo Nielsson, sum hevur sett saman framsýningina í Kunsthal Charlottenborg, hvørs nýggi leiðslubygnaður hevur elvt til mikið kjak m.a. millum teir mongu listafólkabólkarnar, ið nú eru útihýstir av borgini, sum bæði hevur verið fyri umbygging og navnabroyting. Ikki er tað vist, at navnabroytingin til Kunsthal Charlottenborg er hugkveikt av navninum hjá Listahøllini á Skipasmiðjuni í Havn, hóast nøvnini eru partar av sama ráki. Men í øllum førum er lítil ivi um endamálið við nýggja navninum, sum er at signalera, at framsýningarstaðið er vorðið meira moderna, nútíðarligt og internationalt. Eg – ein installatión??? Í innganginum í framsýningarskránni greiðir Bo Nilsson frá um framsýningina, at hon snýr seg um danskan samleika í einum altjóðagjørdum heimi og hetta evnið fyrihalda summi av verkunum seg til, meðan onnur eldri verk eru tikin inn í høpið. Framsýningin er tøkniliga fjølbroytt við vanligum, dekorativum myndum og installatiónslist av ymsum slag. Av tí, at eg fyri tíðina haldi meg síggja ríviligt av vakrari list, sum ikki hevur nógv annað uppá seg enn at taka seg gott út í eygum áskoðarans, var eg kanska mest spent uppá ta ikki dekorativu listina og helt tessvegna beina kós yvir í onkra installatión. Men her var ein í vanda fyri at vera mistikin fyri eina listaverk og eg vil í hesum sambandi staðiliga ávara ímóti at taka barnavogn við inn í Kunsthal Charlottenborg, serliga tá tað snýr seg um eitt risastórt ellisakfar, sum umframt innkeypsposar og prinsateppi er útgjørdur við einum longum og heldur ómanererligum, nýkeyptum, elektriskum klaveri. Trendy listafólk Listafólkayvirlitið avdúkar tjúgu av teimum heitastu donsku nøvnunum beint nú, harav fleiri hava vitjað her heima, m.a. í Grafiska Verkstaðnum í Gundadali. Tað fyrsta verkið hjá Jens Haaning, sum møtir áskoðaranum longu framman fyri inngongdina, er ein ovurstórur (5 x 18 metrar), skeltakendur hvítur veggur, sum ”DANMARK” stendur á við stórum svørtum blokkbókstavum. Monumentala støddin leggur saman við plaseringini av verkinum upp til eina politiska ella samfelagsatfinnandi tulking, men annars er hetta eitt lutfalsliga einfalt verk við sera ríkum assosiatiónsmøguleikum, ið bæði kunnu snúgva seg um grundleggjandi forðingar í lívinum, men sum heilt sikkurt sipar til tann strenga danska innflytingarpolitikkin, sum verður førdur í løtuni. Burtursæð frá royndum hjá Ole Wich, hava vit ikki nógv av tílíkari list í Føroyum, hóast vit óivað kundu trongt til tað. Men list nýtist ikki vera installatión fyri at ørkymla. Hetta síggja vit í óhugnaliga verkinum hjá Morten Schelde: ”Crazy Horses Teenage Wasteland”, sum í stíli minnir um myndirnar hjá Tummas Jákup Thomsen, sum eisini eru merktar av sama blandið av sosialrealismu og surrealismu. Ærtebjerg og Kørner Kathrine Ærtebjerg hevur ein lítlan sal fyri seg sjálva við eini samanseting av teimum eyðkendu myndunum, sum við dekorativum, bjartlittum popplistamáli, siga søgur um kvinnuligan samleika og seksualitet í einum symbolløddum heimi, sum í grundini minnir heilt nógv um fornsøgur og kvæði. John Kørner hava vit upplivað umvegis tey fantastisku gulu prentini, sum hann gjørdi í Grafiska Verkstaðnum, eins og hann luttók í framsýningini ”Natúrligvís” í Norðurlandahúsinum í fjør. Men verkið ”One World”, sum nú verður framsýnt á Charlottenborg, líkist ikki nøkrum av tí, hann hevur framsýnt í Føroyum. Hetta er ein uppseting av leirlutum, sum at síggja til minna um teir meir og minni formleysu lutirnir, sum vit gleddu foreldur okkara við í barnaskúlanum. Tó er okkurt við uppsetingini í einum sýningarskápi úr glasi, ið tykist so mikið hátíðarligt, at áskoðarin verður standandi eina løtu. Tá sæst, at hetta í veruleikanum er ein líkkista, eitt sarkofag við beinagrind og ymsum lutum (m.a. ein kirkja og eitt listasavn), ið alt kundi verið ein viðmerking til okkara vónleysu roynd at samla saman lutir, vitan og royndir í lívinum, sum jú ikki kunnu brúkast til nakað í deyðanum. Ikki dugi eg at síggja sambandið við framsýningarevnið um tað danska, eins og eg ikki enn havi skilt heitið á verkinum, sum heldur mátti verið ”One life” ella hvat? Men óansæð er vælgerandi við slíkum verkum, sum fáa heilakyknurnar í umferð. Tal R og Ólafur Eliasson Tveir aðrir listamenn, sum í denn grad eru inn og altjóða viðurkendir eru Tal R og Ólafur Eliasson. Síðstnevndi sýnir fram eitt av sínum fyrstu verkum, sum møguliga hevur verið áhugavert í 1993, men sum altso ikki hevur nógv uppá seg í dag. Í so máta er tað ein trupulleiki at blanda gomul verk uppí eina samtíðarliga listaframsýning. Verkið við heitinum ”Mental” (1993) fevnir um eitt rúm við hjartaljóði, har allur endaveggurin er spegilsklæddur. Hetta førir við sær, pápeikar framsýningarteksturin eitt sindur algoystur, at bæði rúmið og talið av fólkum, sum inni eru, verður dupult so stórt. Javel, suffar ummælarin spakuliga meðan hon staðfestir, at hetta minnir nokkso nógv um eitt av teimum spektakuleru sovikamarunum úr áttatiárunum (bara uttan songina við plúss og innbygdum ljósi, digitalum uri og barr). Tal R byrjaði sína listarligu leið í Billedskolen á Nørrebro í Keypmannahavn, har eisini fleiri føroysk listafólk hava gingið, t.d. Jensina Olsen og Øssur Johannesen. Eins og Kathrine Ærtebjerg sigur Tal R lívssøgur við sínum myndum, ið virka sum eitt slag av dagbók hjá honum. Stílurin er tó heilt øðrvísi og ikki einfaldur og ævintýrskendur sum hjá Ærtebjerg. Upplivingar verða tveittar á lørift, ofta í kollasjum, uttan so nógv atlit til um vit áskoðarar fata tær á rættan hátt, heldur verða atlit tikin út frá sjálvum verkinum og frá hvat verkið krevur fyri, at tað fungerar sum listaverk. Verkini eru sera ymisk og tessvegna broytast treytirnar allatíðina frá verki til verk. Videolist?Fleiri videoinstallatiónir eru við á framsýningini, men bert ein, sum næstan uppfyllti krøv ummælarans til góða videoinstallatiónslist. Tað er ikki lætt av definera videolistina, sum er grundleggjandi markleys, men allíkavæl vil eg halda uppá, at videolistin næstan er líka misnýtt og hjá summum og helst eisini eins ómakaleys sum haiku. Alt ov nógv videolistaverk eru púra vanligir filmar við eini framhaldandi hendingagongd, hvørs leikstjórar ikki tykjast serliga tilvitaðir um videolistasjangruna. Øðrvísi og spennandi er verk Joachim Koesters: ”Morning of the Magicians” (2006), sum sambært framsýningarskránni tekur støði í vitjan listamansins í Cefalú í Sisilia í húsunum, har enski rithøvundurin og okkultisturin, Aleister Crowley búði saman við viðhaldsfólkum í 1920´num. Nógv spennandi er at lesa um hendan Crowley, sum eitt nú inspireraði David Bowie og The Beatles og sum t.d. sæst á fløguhúsanum til Sergent Pepper. Men lov og takk er als ikki neyðugt at lesa alla tað longu søgurna fyri at fáa nakað burtur úr verkinum hjá Koester, hvørs kámu, svarthvítu myndir eyðsýniliga verða framvístar við gamaldags filmsapparati. Eyðkenda dukandi ljóðið frá filmsapparatinum alir saman við kámu og grovkornutu myndasíðuni fram eitt einastandi mystiskt og suggestivt huglag. Spjødd framsýning Góðskustøðið er sum heild høgt á upplatingarframsýning Kunsthal Charlottenborgs. Hetta er ikki ein samanhangandi temaframsýning, men heldur ein ”20 tey bestu” framsýning við tjúgu smáum serframsýningum hjá frammanundan viðurkendum listafólkum og sostatt minnir hon ikki lítið um listabólkaframsýningarnar, sum plagdu at vera í Charlottenborg og sum eisini plagdu at vera góðar, summar framúr. Broytingin skal eitast at vera breiðu listini til góðar og tryggja, at tað ikki bert eru tey somu listafólkini, sum aftur og aftur brúka hølini. So er spurningurin um tað ikki endar við, at tað aftur verða tey somu listafólkini, men nú nøkur onnur eitt sindur yngri listafólk, sum aftur og aftur fara at brúka vøkru hølini á Kongens Nytorv. Framsýningin er at síggja inntil 24.mars. 2008. Sí HYPERLINK "http://www.kunsthalcharlottenborg.dk" www.kunsthalcharlottenborg.dk??