Datt stutt fyri málið

Rógvi Johansen koyrdi leygardagin fyrsta einkultstartin á árinum

Kanska sterkasti Føroyski súkklarin, Rógvi Johansen, luttók leygardagin í kapping í einkultstarti í Svendborg.

Enn er nakað tíðliga á árinum, og Rógvi sigur seg eisini vera langt frá toppforminum enn, men kortini megnaði hann at koyra seg til eitt sjeynda pláss, og hetta vóru bæði hann og venjari hansara væl nøgdir við.

Sjálvur helt Rógvi, at hann ongantíð kom heilt upp í snúningar undir koyringini, men tá hann so allíkavæl endaði somikið frammaliga, kundi hann ikki annað enn vera nøgdur.


Datt

Sunnudagin luttók hann so í Post Cup í Ballerup, sum telist millum stóru kappingarnar í Danmark.

At byrja við gekk rættuliga væl, men eftir at hann koyrt í eitt hol í vegnum, noyddist hann at fáa hjálp frá tænastu bilinum, og hetta seinkaði honum rættuliga nógv.

Hann megnaði tó at koyra hinar súkklararnar uppaftur, men alt stríðið skuldi vísa seg at vera til onga nyttu.

Rógvi var nevnliga fyri einum óhappi, tá bert einir 10 av teimum 183,4 km vóru eftir av kappingini. Ein bólkur upp á einar 15 súkklarar var sloppin leysur, og Rógvi taldist millum teirra, sum jagstraðu bólkin, tá einir tríggir súkklarar rendu saman. Rógvi súkklaði beint aftan fyri hesar, og hevði ikki møguleika at snara undan, so eisini hann endaði í ruðuleikanum.

Rógvi varð beinanvegin fluttur á sjúkrahúsið í Herlev, men hóast hann hevði fleiri smærri snuddir, so var kortini ikki neyðugt at seyma nakað, og sjálvur vónar føroyingurin at verða klárur aftur at súkkla komandi fríggjadag, tá felag hansara aftur luttekur í eini kapping.