David Amram

Jens Christian Justinussen møtti amerikanska tónaskaldinum og multi instrumentalistinum David Amram á Jazz festivalinum í Montreal í Canada og endurgevur her samrøðuna. Tosað verður um etno-funk-o-logi, hví øll samfeløg hava tónleik, um Leonard Bernstein, Dizzi Gillespie og um at siga tak!

Jens Christian Justinussen
jc@megaviking.com
?????
Tað var rein tilvild, at eg uppdagaði hann. Eg gekk og mól rundt millum eini 100.000 onnur fólk á tí árliga jazzfestivalinum í Montreal. Knappliga rendi eg meg inn í eina konsert við David Amram. Eg hevði ongantið hoyrt um hendan mannin fyrr, men eg visti í tí løtu eg sá hann spæla eina feita svingandi solo á tveimum blikk floytum samstundis, at her var nakað heilt serligt.
Eg fann skjótt útav at hann var eitt multi talent. David Amram hevur komponera yvir 100 orkestur og kamar verk, tvær operair og hevur skrivað tónleik til sjónleik og film (Splendor in the Grass og The Manchurian Candidate). Hann spælir valdhorn, klaver, guitar, floytur, percussion og fleiri etnisk instrument úr 25 ymiskum londum.
Hann var tann fyrsti "hús komponisturin" hjá New York Philharmonikarunum undir Leonard Bernstein. Hann hevur arbeitt saman við nøvnum sum Dizzy Gillespie, Lionel Hampton, Charles Mingus, Dustin Hofmann, Thelenious Monk, Willie Nelson, Jack Keruack, Betty Carter, Artur Miller og Bob Dylan.
Eitt av tí ótrúliga við jazz festivalinum í Montreal er, at listarfólk í hesum tungvektara klassa eru tilgangilig fyri vanlig fólk sum mær og tær.
Aftaná konsertina royndi eg at fáa fatur á honum í vón um at fáa eina samrøðu í lag. Men hann var umgirdur av tilhangarum og ikki var lætt at koma framat. Tá tað endiliga eydnaðist, segi David Amram: "Eg havi ikki tíð beint nú, men um tú kemur yvir á hotelli, so kunnu vit gera samrøðuna har".
Tá eg kom inn á hotelkamari, sat daman hjá honum (ein merkisvert yngri kvinna) og fekk massagu. Hárið var sett upp í topp og andlitið var smurt við einari hvítari andlitsmasku.
David Amram var nú klæddur í einari hvítari stroppa undirtroyggu og selarnir hingu dinglandi við síðuna av. Hann gekk rundt og leitaði eftir einum slipsi. "Kom inn", segði hann. Í somu løtu setti hann seg niður framman fyri telduna at svara nøkrum teldubrøvum. Meðan hann skrivaði á telduni, tosaði hann við damuna hjá sær. Knappliga ringdi telefonin. David Amram tók telefonina. Meðan hann tosaði í telefon, kommunikeraði hann við fingramáli til damuna um hvat fyri slips hann skuldi fara í til næstu konsertina, sum byrjaði um ein tíma. Tað var reint kaos. Eg spurdi um vit kanska skuldi gera samrøðuna eina aðru ferð.
Men uttan tað allarminsta tekin um stress, bað David Amram meg seta meg niður. Hann helt fram at royna ymisk slips "Hetta ella hatta?" spurdi hann damuna. Meðan hon hinvegin spurdi meg, um eg helt tann reyða ella tann hvíta blusan passaði best. Tann reyða svaraði eg.
"Set teg niður" segði David Amram enn einaferð. "Vit kunnu tosa nú". Knappliga var stilt í kamarinum. Daman var farin inn í baðiverilsið at leggja make-up og telefonin var tagnað. Eg tendraði fyri bandupptakaranum.
Eg var ovfarin hvussu róligur David Amram var í øllum ruðuleikanum og øllum stressinum. Og ikki minst hansara evni at kunna gera fleiri ting í senn: tosa í telefon, tosa fingramál við damuna, lata seg í og skriva teldubrøv. Alt uppá eingang. So fyrsti spurningur fall lætt.
Jens Christian: Hvussu heldur tú skil á øllum tínum projektum, tú hevur jú minst eina million ymisk ting koyrandi samstundis? Tað er ótrúligt!
David Amram: Tá eg eri heima á bóndagarðinum hjá mær ella tá eri einsamallur, so royni eg altíð at koncentrera meg um tað eg geri í løtuni og einki annað. Eitt ting í senn so at siga. Sjálvandi, tá tú skrivar ein symfoni so hevur tú nógv ting koyrandi samstundis. Tá tú spælir tónleik saman við øðrum tá hevur tú eisini fleiri ting koyrandi samstundis. Polyfoni er tað klassiska orðið. Tá tú lærir at hugsa polyfoniskt ella í poly rútmun og kanst hoyra trý ella fýra ting henda um somu tíð, so lærir tú eisini at tað er møguligt at hava við fleiri ting at gera samstundis.
Tað torførasta er tá tú er úti millum nógv fólk, t.d. aftaná eina konsert. Tá fyriganga ofta eini fimm ella seks ting samstundis. Tá kann tað lætt gerast ov nógv og torført ikki at vera óhøfligur ella avvísandi við onkran. Men tað ber til og ein sum var meistari í hesum var Leonard Bernstein.
Eg arbeiddi saman við honum á New York Philharmonikarunum og líka mikið hvat hendi, so var hann førur fyri at takla einhvørja støðu og onkursvegna ongantíð missa tamarhaldið á sær sjálvum. Samstundis sum hann helt fast í hvat tað var hann skuldi gera.
Dizzi Gillespie var uppá sama máta. Hann var altíð blíður óansæð hvussu støðan var. Óansæð hvat hendi, so megnaði hann at takla tað uppá ein positivan máta. Tað er nakað eg enn royni at arbeiða uppá. Tað er ikki altíð lætt.
Men tað at hava nógv at gera og hava nógv projekt koyrandi samstundis, er í veruleikanum eitt vælsignilsi.
Samanborið við totalari avvísan at vera púra ókendur, sum ofta er lagnan hjá nøkrum av teimum bestu listarfólkunum, so er tað eitt vælsignilsi at hava onkran sum er áhugaður í tí man arbeiðir við. Og tá gerst tað eisini eitt ansvar at royna at gera alt tað man kann.
So eg royni at vera sunnur. Eg drekki ógvuliga sjáldan og bert kaffi av og á. Kaffi er faktisk tann einasta last eg havi. Eg taki eingi rúsevni og royni yvirhøvur at liva so sunnt eg kann, so mín heili kann fungera optimalt.
Tað at hava eina teldu hevur eisini gjørt stóran mun. Eg fekk ikki teldu fyrr enn eg fylti sjeyti ár. Bert tað at finna adressuna hjá vini mínum í Danmark við at trysta á ein knøtt, tað er ein kolosal hjálp. Tað hevur hjálpt mær at halda betur skil á tingunum.
Jens Christian: Hetta at kunna hoyra polyfoniskt, at hoyra teir einkultu partarnar og samstundis halda eyga á heildini, er tað ein eginleiki tú altíð hevur havt ella er tað ein eginleiki tú hevur lært teg sjálvan?
David Amram: Nei, tað er nakað tú lærir. Eg eri enn í ferð við at læra tað! Eg eri komin framm til, at um tú tosar fleiri mál (nakað sum í tínum landi ikki bert er neyðugt, men er eitt krav) so ert tú generelt meiri móttakiligur fyri vitan.
Sjálvur havi eg lært franskt, spanskt, italienst, týskt, enskt, eitt sindur av griskum, eitt sindur av hebraiskum, eitt sindur av jiddiskum, portogisiskum og í seinastuni eisini eitt sindur av kinesiskum (mandarin). Alt hetta hevur gjørt mítt enska stinnari. At læra onnur mál hevur eisini fingið meg at virðismeta tær nógvu nuansirnar í tí enska málinum enn meir.
Tað sama er galdandi innan tónleik. Við støði í Bach, Beethoven og blues kann man skilja og virðismeta stórt sæð allan tónleik sum er til.
Ein av størstu trupulleikum í okkara tíð er kenslan av at vit ikki kunnu læra nakað nýtt. Um ein fær grønt ljós og fær at vita at man hevur hegni og at man kann, ja so verður forvæntað at tú bert mennir ein eginleika. Teir hava enntá royndir, sum kunnu siga einum hvat ein kann og hvat ein ikki kann. Og tað skalt tú so trúgva uppá.
Tað er heilt burturvið. Um tað var tilfeldið at vit menniskju bert kundu menna og læra ein eginleika, so høvdu vit øll liva í holunum enn.
Jens Christian: Tá eg hoyrdi fyrilesturin hjá tær í gjár, fann eg útav at tú hevur ferðast víða og hevur granska nógvar ymiskar mentanir og nógvan ymiskan tónleik, nærmast sum ein etnologur?
David Amram: Ja, eg kalli tað etno-funk-o-logi!
Jens Christian: Tónleikur er onkursvegna púra nyttuleysur, í tann forstand, at um tú tekur tónleikin burtur frá fólki, so hevði eingin doyð av tí. Men hinvegin so hevur einki samfelag og eingin mentan existera uttan tónleik. Hevur tú gjørt tær nakrar tankar um hví tónleikur er so týdningarmikil?
David Amram: Oh ja, sjálvandi, men áðrenn eg svari tær, má eg líka siga, at orsøkin til at eg kalli tað ethno-funk-o-logi er at funk per definition er tann sálarfulla, spirituella, heita, humanistiaka kenslan sum kemur fra trummuni, dansinum og frá at lovprísa lívskraftini sum einhvør mentan og eitthvørt fólk hevur.
Og tá eg sigi at tað er "funky" so merkir tað, at tað er livandi, tað er romantisk, tað er sterkt, tað er produktivt, ja tað er re-produktivt. So tá tú leitar og granskar eftir "funk", so leitar tú eftir sálini, kjarnuni av nøkrum. Tá leitar tú eftir tí sanna, tí spirituella partinum av mentanini - ja sjálvari lívskraftini.
Etnomusikologi hinvegin inniber at onkur gongur rundt við einari pincett, einum støvsúgvara og skravar upp bitar av information og koyrir tað í eina fløsku av formaldehyd. Síðan verður tað koyrt inn á eitt uni-versitet, eitt bókasavn ella ein skúla, hvar tað verður begravað í allar ævir. Eins og egyptarar á sinni begravaðu sínar kongar.
Um fólk í staðin blivu etno-funk-o-logar, so so vildu tey leita eftir tí vakra. Tey vildu lært at dansa og syngja. Lært um teirra kulinarsiku mentan, teirra familjulív, teirra stíl, teirra hetjur og tær góðu tíðir sum øll fólkasløg hava, hvar tey nærkast við ærufrykt ta vidundarligu kjarnu, ta stóru heilagu kenslu sum tónleikur kann geva. Og hetta svarar so tínum spurningi, hví øll fólkasløg hava tónleik.
Tað sær út til at vera ein trumma og ein floyta í einhvørjari mentan. Tað er nattúrligt. Tað er ein máti at fagna lívinum uppá, tað er ein máti at skriva søgu uppá og tað er ein máti at deila sín kærleika uppá.
So tankin um ein mega kolosalan elektroniskt orienteraðan tónleika ídnað, sum útflytur tað ringasta og mest krabbameinselvandi burturkastið og brúkar heimin sum ruskstøð og krevur pengar aftur fyri frá teimun londum, tað hevur trongt seg inná, tað er fyri mær ikki sunnt.
Nei, tá haldi eg tað er betur at spjaða tankan um at fagna einum hvørjum landi, sum tú ferðast í, sum eitt virðismikið stað fyri mentan - hvar tú ert gestur. Og so royna at bera fram tað besta úr tínari egnari mentan.
Tá eg fari til onnur lond verði eg ofta biðin um ikki bert at spæla George Gershwin, Erin Copland, Leonard Bernstein og mín egna tónleik, men eisini traditionellan amerikansk-indianskan, afro-amerikanskan og asiatisk-amerikansan tónleik. Allar hesar ymisku mentanir eru vórnar ein partur av tí amerikansku mentanini.
Afturfyri tað eg kann geva út, royni eg at læra eitt sindur av hvat tey duga. Sangurin, sum eg spældi í gjárkvøldi (Guan Guan) er ein kinesiskur fólkasangur eg havi lært fyri trimum vikum síðani, tá eg var á einari ferð í Kina.
Navni á manninum, sum lærdi meg sangin, havi eg skrivað niður á eitt pappír, so eg kann siga tað rætt á sjónvarpinum í kvøld. Og tann lítla kinesiska frasan "Eg eri so glaður fyri at vera í Montral" havi eg vant minst 500 ferðir, so eg kann siga tað rætt í kvøld. At fáa eina heila fjøld her í Montreal at syngja okkurt á kinesikum, er ein máti at siga takk til fólk í Kina fyri at hava lært meg eitt evarska lítið gram av teirra gigantiska 10.000 ára gamla mentan.
So, tað snýr seg ikki um at vera ein professionellur akademikari ella ein detektivur sum fer út og uppdagar okkurt nytt og so stjala tað. Um tú gevur okkurt aftur og tú nevnir hvør gav tær gávuna, takkar teimun fyri tað, gevur teimum viðurkenning fyri tað, so er tað ikki stuldur. So ærar tú gávuna í staðin. Og tað stórt. Tað er vigtugt. Tað er ikki so tórført at siga takk fyri.
Hey ? Kann eg fáa eina C-vitamin?
Daman var komin út úr baðiverilsinum, slipsið var uppá pláss og David Amram var klárur til næstu konsertina. Líka so brádliga hendan samrøðan var byrja, líka so brádliga var hon at enda komin.