Í teirri nógv umrøddu kanningini, sum Hutton lordur kunngjørdi fyrradagin, staðfesti hann stutt, at David Kelly tók lívið av sær í juli í fjør, tí hann megnaði ikki at standa ímóti trýstinum, sum hann kom undir, tá hann bleiv avdúkaður sum kelda hjá BBC.
Men nú reisa tríggir bretskir serlæknar iva um hendan partin av frágreiðingini. David Halpin, Sean Sennett og Stephen Frost skriva í einari grein í blaðnum Daily Mail, at læknin, sum kannaði líkið av David Kelly, mistók seg, tá hann kom til ta niðurstøðu, at vápnaeftirlitsmaðurin hevði tikið lívið av sær.
Teir tríggir serlæknarnir siga, at David Kelly hevði mist ov lítið blóð, til at hann kundi vera deyður av blóðmissi, og at hann hevði ikki tikið nóg mikið av pínulinnandi tablettum, til at hann kundi taka lívið av sær.
Nicholas Gardner, sum hevur ta løgfrøðiligu ábyrgdina av líkskoðan í Oxfordshire, har David Kelly búði, segði í gjár, at hann umhugsar at skipa fyri einari nýggjari kanning, sum skal staðfesta, hvørjum David Kelly doyði av. Síðani Hutton lordur almannakunngjørdi sína frágreiðing, hava fleiri fólk kravt, at deyðsorsøkin verður kannað av nýggjum, segði Nicholas Gardner.
Bretskir fjølmiðlar halda, at Hutton lordur fór ov lætt um sannleikan, og at hann legði ov stóran dent á at reinsa Tony Blair, forsætisráðharra og stjórnina. Fleiri andstøðupolitikarar, Teirra millum tann konservativi leiðarin, Michael Howard, og leiðarin hjá liberalu demokratunum, Charles Kennedy, vilja hava alt málið kannað av nýggjum.