Demmus er føddur á Sandi 4. desember 1923, sonur Sunnevu, f. Clementsen, úr Húsavík, og Johan Petur Hentze á Sandi. Hann giftist við Helenu, f. Debes, úr Havn. Demmus varð útbúgvin løgfrøðingur í 1952 og byrjaði sum advokatfulltrúi 1. mai 1953 hjá Kehler & Lutzen og bleiv landsrættarsakførari í 1958. Í 1981 stovnar hann sítt egna advokatvirki. Hann var skrivari í Føroya Skipara og Navigatørfelag frá 1955-75, formaður fyri Landsskattanevndina frá 1964-75. Frá 1975-81 var hann landstýrismaður fyri Fólkaflokkin valdur í Sandoyar valdømi. Hann kom aftur í Landsskattanevndina í 1981 og sat har til síðst í 90-unum. Hann var nevndarlimur í SEV frá 1967-75, limur í Norðurlandaráðnum frá 1973-80, nevndarlimur í Norrøna felagnum frá 1985-95, har hann var formaður frá 1990-95. Hann hevur verið brasilianskur varakonsul síðan 1957. Hóast hann verður 80 í desember, arbeiðir Demmus enn sum tann seinasti landsrættarsakførarin í landinum.