Demmus Hentze 80 ár

Hósdagin 4. desember fylti Demmur Hentze, landsrættarsakførari og fyrrverandi landsstýrismaður, í Havn, 80 ár.

Demmus er føddur á Sandi 4. desember 1923, sonur Sunnevu, f. Clementsen, úr Húsavík, og Johan Petur Hentze á Sandi. Hann giftist við Helenu, f. Debes, úr Havn.

Demmus varð útbúgvin løgfrøðingur í 1952 og byrjaði sum advokatfulltrúi 1. mai 1953 hjá Kehler & Lützen og bleiv landsrættarsakførari í 1958. Í 1981 stovnar hann sítt egna advokatvirki. Hann var skrivari í Føroya Skipara- og Navigatørfelag frá 1955-75, formaður fyri Landsskattanevndina frá 1964-75.

Hann var løgtingsmaður frá 1966-74 og frá 1978-80, undantikið tíðarskeiðið tá hann var landsstýrismaður frá 1975-81. Hann varð valdur í løgtingið í Sandoyar valdømi umboðandi Fólkaflokkin.

Hann kom aftur í Landsskattanevndina í 1981 og sat har til síðst í 90-unum. Hann var nevndarlimur í SEV frá 1967-75, limur í Norðurlandaráðnum frá 1973-80, nevndarlimur í Norrøna felagnum frá 1985-95, har hann var formaður frá 1990-95. Hann hevur verið brasilianskur varakonsul síðan 1957.

1.mai 2003 kundi Demmus halda sín 50 ára starvsdag sum sakførari.