Demmus Hentze 90 ár

Tann 4. desember gjørdist Demmus Hentze 90 ár. Hann er kendur frá politikki og sum sakførari. Hansara ætt hevur gjørt seg galdandi í politikki 150 ár aftur í tíðina. Hesin og tveir komandi partar verða um Demmus og hansara ætt

Demmus er fyrst og fremst ein partur av okkara sakførara­søgu. Tað er neyvan nakar før­oyskur sakførari, sum er blivin so gamal, og hansara søga í Føroyum á hesum økinum røkkur heilt aftur til 1953.
Demmus Hentze er føddur á Sandi 4. desember 1923. Foreldrini vóru Sunneva f. Clementsen (1887-1965) av Granda í Húsavík og Johan Petur Hentze, bóndi í Uttastovu á Sandi. Tey vóru níggju systkin:
Lisabeth (1910-2006), giftist í Danmark, har hon gjørdist jarðarmóður, Johan (1913-97), sum festi garðin í 1938, giftist við Hervør Davidsen. Marianna f. 1915, giftist til Miðvágs við Albin Vang. Gunhild (1917-34), doyði av tuberklum. Gretha f. 1920, giftist við Rasmussi í Soylu. Brynhild f. 1921, giftist til Rituvíkar við Esmar Lamhauge Demmus, Ingolf (1926-1926). Ingrid f. 1928. Giftist við Óla Olsen á Argjum.

Langabbin var við at fáa amtmann úr starvi
Abbi Demmus, Johan M. Hentze, var ting­maður fyri Sandoy frá 1893 til 1916. Eftir 1906 umboðaði hann sjálvstýrisflokkin. Tað verður meira um hann í einum komandi parti.
Langabbin, Jóan P. Hentze, var løg­tings­maður 1857-60 og 1873-88. Um hann verður sagt í Føringatíðindi, tá ið hann doyði í 1890, at hann »talaði stutt og greitt, stóð altíð uppá tingsins rætt og æru, og uppá tað, sum hann helt vera rætt«.
Knút Wang skrivaði í Dagblaðnum, tá ið Demmus fylti 50 ár, at tað, sum kundi sig­ast um langabban, kundi eisini sigast um Demmus.
Jóan Petur var eisini limur í taksa­sjóns­nevndini, ið virðismetti allar jarðarognir í Sand­oyar sýslu í 1871.
Dimmalætting hevði hesi minningarorð um hann 30. august 1890:
»Den 13de ds. døde i Trøðum paa Sandø Aftægtsmand J.P. Hentze i en Alder af 59 Aar. Den afdøde repræsenterede Sandøen i Lag­tinget i en længere Aarerække, og han havde som Medlem af Lagtinget en meget betydelig Indflydelse, navnlig paa sine Standsfæller. Han hørte til vore mest begavede Mænd og havde som saadan foruden i Lagtinget en betydelig Indflydelse i sin Hjembygd.
I de Rivninger, som Lagtinget i sin Tid havde med sin Formand, var han stedse mell­em dem, som hævdede Tingets Ret og Værdig­hed lige over for Formandens for­ment­lige Overgreb.
I den senere Tid kom hans Begavelse næsten udelukkende at virke i kritisk Retning, i det han ikke kunde følge med og billige den friere Retning, der en Tid gjorde sig gældende med Hensyn til Opdyrkningen af Kongsgaardenes Udmark, en Retning, som han befrygtede vilde krænke Samfundets Interesser paa samme Tid, som den efter hans opfattelse vilde hjælpe en hel del Mennesker til Bosættelse paa Landet, som hverken kunde leve eller dø.«
Umrøddi løgtingsformaður var amtmaðurin Dahlerup, sum fekk alt løgtingið ímóti sær í 1860, og sum tískil fór úr embætinum og av land­inum. So mikið hevði løgtingið kortini at siga tá!
Føringatíðindi skrivar, at Jóan Petur var framhyggin, men kundi í seinri árum vera væl so illtonktur og atfinningarsamur.
Hann var leingi sjúkur. At endanum var hann tá ikki so beiskur í hugi og sinni. Friður var komin í sinnið.
Verður farið longur aftur, so var pápi Jóan Petur, Johan Mikal (1787-1840). Hann var sonur prestin Peter Hentze (1753-1843), tann fyrsta Hentze, sum kom til Føroya.
Ólavur Clementsen hevur eina drúgva og áhugaverda frásøgn um hann í Kvørnini nr. 3/2000. Niðurstøða hansara er, at Hentze próstur er eitt stórt navn í Føroyum og helst í Sandoynni.
At Hentzeættin er blivin stór sæst ikki minst av, at í telefonbókini eru 395, sum eita Hentze. Umframt eru øll tey, sum hava annað eftirnavn.

Demmus byrjaði ungur sína yrkisleið
Demmus fór blaðungur til Havnar at ganga i skúla. Hann fekk preliminerprógv í 1940 og studentsprógv í 1942.
Hann fór so suður aftur til Sands og var har til apríl 1943. Tá hann er staddur í Havn, lýsir sorinkrivarin eitt starv leyst sum vikarur, tí Absalon Jacobsen, ættaður í Norðragøtu, sum arbeiddi hjá dómaranum alt sítt lív, hevði fingið tuberklar. Har var Demmus eitt hálvt ár. Tá fór hann yvir um vegin at arbeiða hjá politimeistaran, sum tá var Niels Vesterby. Har var Demmus til 1945.
Í august hetta ár fór hann við ferða­manna­skipinum Århus til Keypmannahavn at lesa løgfrøði.
Hann var tá forlovaður við Helenu, og hon kom niður árið eftir á húsarhaldsskúla.
At koma til Danmarkar í 1945 var sum at koma til eitt heilt fremmant land. Tað hevði jú einki samband verið millum londini í fimm ár, og hesa tíðina høvdu tað jú verið sera ymiskar umstøður í Føroyum og Danmark.
Demmus var sera virkin lesandi og vildi kunna seg sum best um danska sam­fel­ag­ið. Øll lesandi vóru boðin á fundi í studenta­feløgunum hjá teimum politisku flokkum. Demmus tók av øllum hesum innbjóðingum. Møguleiki var fyri at gerast limur, og hann limaði seg eisini inn í øll hesi feløg.
Hesin limaskapur vardi tó ikki longri enn til limagjaldið varð kravt. Men hann fekk á henda hátt gott innlit í donsku politisku skipan­ina, og hvat teir ymsu flokkarnir stóðu fyri.
Á hesum fundum lurtaði hann eftir kend­um donskum politikarum sum tann kon­servativa Christmas Møller, javnaðar­mann­in K.K. Steincke, Vilhelm Buhl, sum var for­sætisráðharri eitt skifti undir týsku hersetingini og eisini beint aftaná, og Knud Kristensen, sum tá var forsætis­málaráðharri.
Hesa tíðina var tað stóra orðaskiftið í Dan­mark tann ætlaða deyðarevsingin fyri teir, sum høvdu rikið ørindini fyri týskarar undir hersetingini. Tann stóri spurningurin var, um tað bar til at seta deyðarevsing í gildi afturvirkandi. Nógvir framstandandi løgfrøðingar hildu tað ikki vera rætt, men tað var kortini gjørt, og teir ringasta ørinda­sveinarnir hjá týskarum vórðu eisini av­rættaðir.
Í 1948 fór Helena og Demmus heim til jóla og blivu gift í Sands kirkju. Helena var úr Havn, dóttir Onnu og Sámal Hammershaimb Debes á Bakka. Helena doyði fyrr í ár 92 ára gomul, og tey náddu at vera gift í 64 ár. Tey fingu tríggjar døtur, Bergljót, Turid og Onnu.

Rytter sum próvdómari
Lestrartíðin var ein strævin tíð. Tá var einki sum æt studningur, og teir lesandi máttu enntá sjálvir gjalda 20 krónur um mánaðin til manu­duktørar. Stundum var brúk fyri trimum, og tá kostaði tað 60 krónur. Hetta var stór upphædd fyri ein lesandi tá í tíðini. Hesir manuduktørar skuldu hjálpa einum at skilja tilfarið. Hetta kundi vera neyðugt, tí pro­fess­ararnir kundu vera so turrisligir, at tað var ringt at skilja tað, sum teir greiddu frá.
Í 1952 var Demmus liðugur og tók prógv sum løgfrøðingur. Ein próvdómari var Svenning Rytter, sum árini 1911-1918 hevði verið amtmaður í Føroyum. Hann var illa lýddur av sjálvstýrisrørsluni, og tað mundi vera tað sama hin vegin. Navnið skuldi sagt Rytter, at Demmus var føroyingur, men hann lat ikki við seg koma.
Í fyrsta umfari fekk Demmus sær arbeiði í Danmark og kom at arbeiða hjá einum ameri­kanskum oljufelag Vacuum Oil, sum seinni skifti navn til Mobiloil.

Heim til Føroya
Men í 1953 komu boð frá Leivi Lützen, sak­førara, um at koma heim til Føroya at arbeiða hjá honum og Per Kehler, sum var dani. Skriv­stovan húsaðist tá hjá Jákup Lützen ovast á Áarvegnum. Hon flutti seinni niðan í Jóannes Patursonargøtu.
Mogens Birch, eisini ein dani, starvaðist eisini saman við teimum. Hann byrjaði seinni fyri seg sjálvan. Tað sama gjørdi Per Kehler. Eina tíð var Jørgen hjá Poul Hansen eisini har. Hann gjørdist seinni reiðari á Kimbil, og enn seinni kom hann at arbeiða hjá tí almenna. Seinni kom Halgir Winther Poulsen at arbeiða á hesum virki.
Aðrir sakførarar í Havn tá vóru Leif Waagstein og Sigurð Joensen, sum arbeiddu saman tá, Trygvi Samuelsen, D. P. Danielsen og Jacob Jacobsen, sonur prestin Gullak Jacobsen.
Kehler og Leivur høvdu tikið við eftir Husted Andersen, sum tók við eftir Simons. Hann hevði tikið við eftir Poul Effersøe, beiggja Rasmus.
Demmus gjørdist so fulltrúi í trý ár hjá Leivi Lützen, soleiðis sum reglurnar eru. Í 1957 førdi hann trý mál fyri landsrættin, og kundi tá kalla seg landsrættarsakførari, og hann gjørdist tá partnari hjá Leivi Lützen.
Stutt eftir varð heitið sakførari og lands­rættar­sakførari avtikið og broytt til heitið advo­katur. Heitið landsrættarsakførari hevði Demmus til hann 84 ára gamal gavst við advokatvirksemi. Hann er sostatt tann sein­asti advokatur í Føroyum, sum kundi kalla seg landsrættarsakførari.
Dóttirin Turið Debes Hentze førir nú advokatvirkið hjá pápanum víðari.


Skipara- og Navigatørfelagið
Ein serlig uppgáva gjørdist at vera skrivari hjá Føroya Skipara- og Navigatørfelag, sum hevði Leiv Lützen sum skrivara og sakførara.
Richard Long hevði verið skrivari hjá felagnum í mong ár. Men tá ið hann fór í landsstýrið í 1951, mátti hann lata hetta starv frá sær.
Leivur kom so at taka við skrivarastarvinum, men sum frá leið kom Demmus at taka sær meira og meira av hesi uppgávuni. Til aðalfundin í 1953 var hann fundarskrivari. Tá var Óla Jákup Jensen formaður. Hann avloysti sama ár Kvívíkar Tummas, sum aftur gjørdist for­maður í 1958, eftir at Óli Jákup Jensen var farin í landsstýrið. Tummas var formaður til 1966. Tá tók Páll Horn við eitt ár, og síðan Kaj Johannesen. Seinastu formenn Demmus arbeiddi saman við vóru Johan Christiansen og Petur Knudsen.
At vera skrivari í einum slíkum felag var ein serlig ábyrgd, tí bæði formaður og nevndarlimir vóru burtur til skips stóran part av tíðini. Demmus kom eisini í sínum starvi at kenna heilt nógvar skiparar.
Skrivarastarvið røkti Demmus til 1975, tá ið hann fór í landsstýrið, og hann tók tað upp aftur eftir landsstýristíðina í 1981. Seinni fekk felagið sær egna skrivstovu, men Demmus helt fram sum sakførari fyri felagið.
Tað vóru ikki nógv verkføll hesa tíðina. Reiðararnir høvdu góðan hug til at fáa mink­að um skiparahýrurnar, sum teir hildu vera ríkiligar høgar. Men tað bleiv ongantíð sett hart móti hørðum, og tað sum kundi fáast frá einum av manningini munaði heldur ikki tað stóra. Eina ferð varð tó pilkað eitt sindur við skipara­hýrurnar á snørisskipum, men tá var henda veiðan við at fara í søguna.
Løgtingið setti fyrst í 1950-unum hámark fyri partarnar hjá yvirmonnum, men hetta møtti slíka mótstøðu, at lógin varð tikin aftur.
Í 1958 varð Demmus útnevndur til brasili­ansk­an konsul. Hetta var meðan vit enn høvdu útflutning av klippfiski hagar. Kravt varð, at konsul altíð var tøkur at vátta út­flutnings­skjølini.

Stríð um útskifting
Tað vóru so nógvar jarðarsakir í 1950- og 1960-unum. Tá fór útskifting fram um alt landið, bæði uttangarðs og innangarðs, og tað var ikki bara sum at siga tað. Ofta var misnøgd, og menn hildu seg hava fingið ov lítið í sín part.
Tað kundi vera misnøgd um alt møguligt, eis­ini um hegning millum hagar. Summir eig­arar vildu hava hegning og aðrir ikki.
Hetta var alt viðgjørt á landbúnaðarstevnum og yvirlandbúnaðarstevnum, sum virkaðu sum dómstólar á hesum økinum.
Jørðin skuldi virðismetast. Tann, sum hevði lítið av góðari jørð, kundi fáa meira av minni góðari og øvugt. Tá kundi lættliga onk­ur føla seg vera fyri vanbýti.
Eitt serligt fyribrigdi var, at freistir vóru settar fyri kærum. Tað vóru ikki øll sum góvu sær far um hetta og kærdu ov seint. Men tá var einki at gera. Skuldi nakar tá fáa meira, so mátti onkur annar fáa minni, og tað bar als ikki til.
Sum sakførari fekst ikki nógv burtur úr út­skiftingini. Ùtskiftingarørindi kundu taka minst tveir dagar, sum tá Demmus og Sigurd Joensen vóru í Elduvík. Haðani mátti siglast inn í Funnngsfjørð, gangast til Skálafjørð, siglast út i Heiðar, og so leiga »kapteynin« við hans­ara motorbáti til Havnar. Ein kom at kenna nógv fólk í sambandi við útskifting.
Ein serliga uppgáva hjá Demmus var, at hann umsetti tinglýsingarlógina til føroyskt. Hon bleiv síðani samtykt í tinginum.

Tillukku
Tað skal verða ynskt Demmusi hjartaliga til­lukku við tí stóra degnum. Demmus er ein fyri­komandi og fródligur maður, sum tað altíð er hugnaligt at hitta og fáa eitt prát við. Tað er meira enn so komið fyri, at hann hevur givið íkast til mína søguskriving.