Demokraturin Al Green er fylgdur út úr Umboðsmannatinginum stutt eftir, at amerikanski forsetin, Donald Trump, byrjaði sína røðu um til tjóðina – "State of the Union".
Tað upplýsir tíðindastovan Reuters.
Al Green helt eitt skelti, har tað stóð "svørt fólk eru ikki apur".
Sambært Reuters vísir hetta til eitt video, sum Trump deildi á sosialu miðlunum fyrr í hesum mánaðinum.
Í videobrotinum var eitt klipp av fyrrverandi amerikanska forsetanum, Barack Obama, og fyrrverandi forsetafrúnni Michelle Obama, har parið varð avmyndað sum apur.
Eftir 12 tímar tóku Hvítu Húsini videobrotið burtur. Trump segði seinni, at eitt starvsfólk hevði almannakunngjørt videobrotið, og at videobrotið varð tikið burtur, so skjótt sum starvsfólk hansara gjørdust varug við innihaldið.
Al Green veittraði við skeltinum, tá Trump kom inn um hurðina í nátt okkara tíð. Tað kom seinni fram, at onkur av áhoyrarunum royndi at taka tað frá honum, skrivar tíðindastovan AFP.
Sambært AFP stóð Al Green tá framvegis og helt skeltið, tá Trump byrjaði røðu sína. Men demokraturin varð síðani fylgdur út, meðan áhoyrararnir róptu "USA! USA! USA!" í kór.
Al Green er limur í Umboðsmannatinginum í statinum Texas. Hann varð eisini fylgdur út úr rúminum, har Trump helt sína fyrstu røðu fyri kongressini, eftir at hann varð settur sum forseti fyri aðru ferð í fjør.
Her var orsøkin, at Al Green rópti á Trump undir røðuni.
Al Green varð fleiri ferðir ávaraður um at seta seg niður og vera stillur, áðrenn hann varð fylgdur út.
Sambært tíðindastovuni AFP hava fleiri enn 30 valdir demokratar valt ikki at vera við til "State of the Union" røðuna hjá Trump, men í staðin luttaka í eini sokallaðari "People’s State of the Union" røðu, sum verður hildin á National Mall í Washington D.C.
Garðurin er við Hvítu Húsini og Capitol.
##med2##
Her tosaði senatorurin Chris Murphy, sum er valdur í Connecticut, til eina fjøld undan røðuni hjá Trump.
Her segði demokraturin, at Trump "ger gjøldur burtur úr hesum stovni og hann hevur ikki uppiborið áhoyrarar".
Millum áhoyrararnar vóru skelti, har tað stóð "verja fólkaræði okkara " og "eingin peningur til ICE", sum vísti til samveldismyndugleikarnar.
/Ritzau/











