Den Danske Bank ivast

Samstundis sum donsku bløðini eru farin undir eina sanna heksajakstran til tess at fáa Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra og Mogens Lykketoft, fíggjarmálaráðharra, niður við nakkanum, er superstjórin í Den Danske Bank farin í bløðini at stuðla Peter Straarup, stjóra. Men hann ivast í, um nøkur frágreiðing kortini kemur frá bankanum mánadagin, sum fyrr fráboðað

Samstundis sum forstjórin í Den Danske Bank, Knud Sørensen, er úti og gevur Peter Straarup sín fulla stuðul, sigur hann, at tað møguliga ikki kemur nøkur frágreiðing frá bankanum mánadagin kortini.

Peter Straarup segði annars í sjónvarpi longu fríggjakvøldið, at nú fór bankin at lesa úrslitið av kanningini gjølla, og so fór ein frágreiðing um støðu bankans at koma mánadagin.

Men í donskum sunnudagsbløðum sigur forstjórin í den Danske Bank, Knud Sørensen, at tað bara er møguligt, at frágreiðingin kemur.

Hann sigur við Politiken, at tað er ikki vist, at tað verður nøkur reaktión frá bankans síðu um Grønborgfrágreiðingina, og hann er ikki so vísur í, at nakað verður at frætta frá bankanum yvirhøvur.

Hvat, ella um nakað, er komið undan kavi, sum hevur broyt fráboðan bankans, vil hann ikki siga.

Knud Sørensen vil als onga viðmerking gera til, at formaðurin í Fíggjargrunninum, Knud Heinesen, fyrrverandi fíggjarmálaráðharri, hevur sagt, at tað møguliga fer at koma eitt endurgjaldskrav frá Fíggjargrunninum til Den Danske Bank.

Poul Nyrup Rasmussen og Mogens Lykketoft vóru longu fríggjakvøldið skjótir við fráboðanum um, at føroyingar skuldu fáa endurgjald. Og teir vild hava Den Danske Bank at gjalda.


Ivi um endurgjald

Men tað er als ikki vist, at bankin fær nakað sum helst endurgjaldskrav, av teirri einfaldu orsøk, at hann ikki kann saksøkjast í hesum málinum.

Tað eru fleiri serfrøðingar samdir um í sunnudagsbløðunum.

Øll kenna úrslitið av skipamálunum í Føroyum, har ongin kundi dømast, tí øll vistu, hvussu hvør hevði snýtt hvønn.

Nakað tað sama ger seg, sambært Frank Poulsen, fyrrverandi formanni í Sjó- og Handelsrættinum, galdandi her.

Tað var Fíggingargrunnurin, sum keypti Føroya Banka frá Den Danske Bank, og tí er tað Fíggingargrunnurin, sum skal stevna eftir endur gjaldi. Og tað kann hann ikki so væl, tí Richard Mikkelsen hevur, eftir tí, Frank Poulsen metir, sjuskað, tá bankin varð keyptur. Hann setti ongi krøv og visti, hvussu pillrotin Føroya Banki var fíggjarliga.

Eisini aðrir danskir serfrøðingar í millum øðrum fíggjarrætti og virkisábyrgd meta, at tað, sum nú gongur fyri seg, er bara flutningur av apuni av eini øksl aftur á aðra.

Poul Nyrup Rasmussen slepti fríggjakvøldið apukattinum yvir á Peter Straarup. Men hann vildi ikki hava hann, og blakaði hann beinanvegin á dyr aftur.

Nú er líkt til, sambært Lennart Lynge Andersen, professara í fíggjar- og avtalurætti, at apan er við at finna heim aftur til Nyrup, og at tað eftir øllum at døma verður tann danski skattaborgarin, sum fær eina rokning at gjalda til føroyska skattaborgaran fyri ein handil, sum fyrrverandi danski tjóðbankastjórin Richard Mikkelsen, gjørdi við Den Danske Bank upp á nakkan á føroyingum.


Stóru skálkarnir

Breið semja er millum eygleiðarar um, at tað er Den Danske Bank, sum í Grønborgfrágreiðingini verður útnevndir til høvuðsskálk. Annar og triði skálkur eru Richard Mikkelsen og Fíggjareftirlitið.

Og líka breið semja er um, at føroyingar eru snýttir, og eiga rætt til endurgjald. Men brennandi spurningurin í Danmark í er:

»Hvem skal nu betale?«

Og ymiskt er, sum bendir á longu nú, at vanliga hugsanin er, at rokningin endar aftur hjá skattgjaldaranum.

Richard Mikkelsen er farin frá sum formaður í Fíggingargrunninum. og nýggi formaðurin, Knud Heinesen, hevur boðað frá, at hann hevur hug at stevna Den Danske Bank eftir endurgjaldi. Men tí vísir bankin púra frá sær.

Og hóast triði skálkur, Fíggjareftirlitið, hevur staðið fyri skotum bæði frá kanningarnevndini og stjórnini, heldur Marianne Jelved, búskaparráðharri, ikki, at neyðugt er við nakrari umstrukturering av eftirlitinum. Fíggjareftirlitið liggur í dag undir búskaparráðnum.

Atfinningarnar at Fíggjareftirlitinum eru, at hóast eftirlitið skal eitast at vera óheft, hevur stjórnin, og serliga fíggjarmálaráðharrin, hundsað við tí, sum hann hevur viljað, uttan at mótmælt hevur verið frá leiðsluni.

Kirsten Jacobsen úr Framburðsflokkinum hevur longu verið úti og kravt, at Fíggjareftirlitið eigur at flytast undir Tjóðbankan við teirri grundgeving, at Tjóðbankin er einasti stovnur, sum ikki hevur latið seg drigið eftir hárinum av stjórnini.

Men Peter Erling Nielsen, sum undirvísir í búskapi á Universitetinum í København, heldur ikki, at tað verður nakað av nakrari flyting nú.

»Føroyska bankamálið er alt ov serligt til, at nøkur endalig niðursstøða kann gerast um nakað við grundarlagi í hesi frágreiðingini, sigur hann við Berlingske Tidende sunnudagin.

Meðan føroyskur fólkatingsmaður ræður føroyingum til at gleðast, óttast danskir skattaborgarar fyri eini milliardrokning at gjalda Føroya Banka við.

Og á Christiansborg sita Uffe Ellemann-Jensen og hansara menn og »...higer og søger i gamle bøger« til tess at finna eitthvørt, sum kann gera lívið súrt fyri Poul Nyrup Rasmussen.

Hóast full semja er millum politiskar eygleiðarar um, at stjórnin yvirlivir Bankakanningina, tykjast borgarligu andstøðupolitikkararnir við Uffa Ellemann-Jensen á odda at hava sett sær fyri - eins og Brestir á sinni- at »Onkur skal til heljar fara, áðrenn vit hava andað.«