Fótbóltshetjan Bjarni
Fótbóltsgalin er ein stuttlig og øðrvísi myndabók. Sum so mong onnur er bjørnin Bjarni eisini fótbóltsgalin. Hægsta ynskið er at sleppa at spæla við á liðnum hjá Ludda og hansara Tikararum. Teir lata hann sleppa at venja við teimum, men tað gongst onki serligt hjá Bjarna, so hann má sita á bonkinum sum eykamaður, tá Tikararnir spæla dyst móti Leyvunum. Men so ein dagin fær Bjarni knappliga sín heilt stóra møguleika. Uttan iva ein bók, ið nógv kenna seg aftur í. Bókin er væl egnað til tey 4-7 ára gomlu. Colin McNaughton skrivaði, og Eli Hentze týddi.
Enn ein krimigáta fyri Lassa og Maiu
Gimsteinagátan er fyrsta bókin í eini røð av níggju bókum við teimum báðum Lassa og Maiu sum høvuðspersónum. Onkur hevur stolið gimsteinar frá gullsmiðinum Muhammed Karat. Tað er mangt, sum peikar á, at eitt av starvsfólkunum í handlinum hevur framt brotsgerðina. Løgreglan stendur tó á berum, so nú má detektivstovan hjá Lassa og Maiu taka sær av málinum. Sum tveir rættir njósnarar lata Maia og Lasse sum tey eru í starvi hjá í gimsteinahandlinum hjá Muhammed, og har gongur mangt løgið fyri seg &
Tað er Martin Widmark, sum hevur skrivað, og Sámal Kristian Jacobsen hevur týtt. Hesar spennandi bøkurnar eru væl egnaðar til tey 8-10 ára gomlu. Tann næsta í røðini kemur út í juni.
Gimsteinagátan er 76 bls., innbundin og Helena Willis hevur myndprýtt.
Kroppur og sansir
Mín fyrsta bók um kroppin er bók við fittum myndum, sum umframt at seta navn á likamslutir, eisini er um sansirnar og lærir barnið at seta orð á rørslur. Mín fyrsta bók um kroppin er væl egnað til tey smæstu, hon er 36 síður í litum og prentað á haldgott papp.