Deyðsseyður og geldseyður - Intermezzo 2

Kári á Rógvi, hetta títt skriv er bert lóður til mínar revolvarar til eitt intermezzo afturat

Dead sheep - Upprunin til hetta hugtak

Hetta hugtak stavar frá kjaki millum Dennis Healey og konservativa ráðharran, Geoffrey Howe, í Undirhúsinum 1978. Summir eru so hepnir, at teir verða kendir fyri rámandi orðafelli, t.d. Rói P við: “Tað lekur millum teori og praxis”, og tað er tað, sum eyðkennir títt avrik sum formaður í Orðabókagrunninum. Dead sheep hevur tú fingið til deyðseyði ella eisini deyðseyður, men tað kann nú eisini merkja júst svavdur seyður og deyður, men tú sipar kanska til mín aldur, nú tað gongur móti teimum 70, men einki eri eg deyður enn, men “menniskju spáa, men Gud man ráða!” og tí livi eg væl við.

H.J. Sigvardsen sigur um deyðseyð soleiðis í sínum verki ”Bygdin Gjógv”: deyðsseyður er seyður deyður í raki, av sjúku ella omandottin, og “Móðurmálsorðabókin” lýsir hetta hugtak soleiðis: deyðseyði er sjálvdeyður (sum merkir “deyður av t.d. sjúku, ikki dripin”, men hvat við ákoyrdum seyði? Hyggja vit í Føroysk-ensku orðabókina hjá Sprotanum undir “deyðseyður”, so fáa vit uppskotið “sheep dead from accident or disease”. Fara vit Ensk- føroysku orðabókina hjá sama felag er tað einki fast hugtak, sum eitur “dead sheep”, so Kári á Rógvi, hetta er tín tulking av hugtakinum ætlað mær, tí um vit gugla eitt sindur, so fáa vit eisini at vita:” Butchered: A mobile phone photo of the dead sheep. (= Slaktað: Mynd á fartelefon av tí deyða seyðinum)

 

Kapitalistur, óður eftir verðini, vil hava nógvar pengar –

 

Viðvíkjandi barnsburðarfarloyvi, har ein kvinnuligur tinglimur hevði fingið uml. 33.000kr. og ein mannligur tinglimur bert fekk 27.000kr, gjørdi tú vart við teg í útvarpinum, at fekst tú ikki somu sømdir sum hini, so stevndi tú. Er hetta ikki tað sama sum í mínum føri: ”tað sama sum hini”? Vísir hetta ikki eisini teg sum ein mann, sum ”hevur sera sterka rættvísiskenslu”? Eg geri júst tað sama. Tað einasta eg ynski, er at fáa somu sømdir, sum hinir orðabókarithøvundarnir. Tað skal vera negativt at hava eina sterka rættvísiskenslu, skilji eg teg rætt. Men um øll høvdu hesa rættvísiskenslu, so vart tú sum løgfrøðingur jú skjótt arbeiðsleysur, men tann trupulleikan loysir tú við, at tú ert í aðruhvørjari nevnd – hvat fært tú fyri tað? Ella ert tú kansa tann seinasti idealisturin í Føroyum, at tú gert alt arbeiðið ólønt við ongum kraddaralyndi. Ella er rættvísiskensla vorðin ein av deyðsyndunum í tínum hugaheimi? Tað at arbeiða við síðuna av, t.d. at takast við orðabøkur skal ikki metast sum arbeiði, men tú ert limur serliga formaður í fleiri nevndum, og tað sjálvandi fyri einki – tað er nakað annað, – tað er logikkur fyri víðarikomin. Jóannes Eidesgaard hevur skotið upp at leggja (alt) fíggjarligt tilfar fram, so gjøgnumskygni kundi verið á økinum – um ikki annað fyri landsstýrisfólk. Spurningur er, um ikki fleiri kunnu vera við í hesum uppskoti, nú tú leggur míni fíggjarligu viðurskifti alment fram sum ”væl løntur studentaskúlalærari”, so kundi tað verið áhugavert at fingið innlit í tínar løgfrøðiligu inntøkur bæði innangarðs og uttangarðs.

 

”hann hevur lýst hetta við at endurgeva nakrar hugleiðingar hjá ávísum barnalærari”

 

Barnaskúlalærari er uttan iva ikki líka fínt sum løgfrøðingur ella tinglimur, men sig tað ikki hart í tingsalinum, tí har sita fleiri fólkaskúlalærarar, so lat hetta vera millum okkum báðar. Men eitt fati eg ikki, fyrst leggur tú meg undir ”sera sterka rættvísiskenslu” og síðan ”ósannførandi”. Ikki hevði tú kunnað gjørt mær og øllum lesarunum tann beina at greina hetta eitt sindur nærri løgfrøðiliga. Vís á dømi í mínum brøvum, hvar tað stendur, sum tú skrivar: ”við annars sera 1) ósannførandi at siga øll onnur hava misfatað 2) tað stórverk, ið eingin sleppur at síggja”

Kári á Rógvi? Fyri mær tykist tað, sum um tú skjýtur við leysum krúti = pástandum. Tá ið tú nú skrivar, at eg eri so bangin at vísa teldutøka orðabókahandritið alment fram, so er tað ikki heilt rætt, tí Mentamálaráðið liggur inni við øllum bókstavinum E, Orðabókagrunnurin hevur allan bókstavin O, um Eivind ikki hevur blakað hann burtur, og Jonhard Mikkelsen hevur N, O og P á sínari teldu. Harumframt havi eg gjørt royndir við flokkum í týskum summi ár, har næmingar í bólkaarbeiði í onkrum tíma og blokki hava nýtt mína teldu við allari Týsk – føroysku orðabókini á. So eg havi kunnað gjørt royndir við hinum bólkunum, sum høvdu Týsk – danska orðabøkur. Tú kanst gita, hvør bólkur loysti uppgávuna bæði skjótari og við einum minni ryggbrotnum føroyskum. So fjaldari enn so er hon ikki.

 

Rasmus-abbi segði altíð, og eg siteri hann á upprunamálinum fyrst, tí hann fekk ikki høvi at lesa bíbliuna á føroyskum, eins og tú eisini megnar sum formaður at forða føroyinginum í 2008 at fáa høvi at fáa ein lykil inn í t.d. tað týska málið: ”1) Din tale skal være ja ja og nej nej, 2) hvad der er derudover er af det onde” Eg skal týða tað til føroyskt, so tú ikki mistýðir tað løgfrøðiliga: ”Nei, tala tykkara skal vera: "Ja, ja, nei, nei," og tað, sum meir er enn hetta, er av hinum illa.” (Matt. 5,37) Tú kanst kanna eftir! Mær dámar væl betur fyrra partin, meðan tú tykist at trívast betur í seinna parti av hesum sitati.

Nei, hetta eru als ongar hugleiðingar, tað vísir títt skriv í Dimmu nr. 80 bls 10. Sannleikin er illa lýddur, tí ert tú farin í bløðini í óðum verkum.

 

Útkomuár?

 

Orðabøkurnar Føroysk-donsk stóð til at koma í 2007, men tað er broytt til 2008, og um 7 mánaðir kanska stendur 2009, sum hevur verið ávegis í meira enn 10 ár, Føroysk- týsk orðabók stóð eisini til at koma út í fjør, men tú skrivar: ”Hendan er liðug, men bíðar eftir ávísum rættingum.” Hetta segði tú eisini fyri einum ári síðan, Henda bók hevur verið í gerð síðan 2000 fyri almennan pening, 1.89 milljónir krónur., t.v.s., í meira enn 8 ár. Hvør ræður fyri borgum her? Mentamálaráðið hevur blakað hana frá sær, men tú ert so bláoygdur at hava tikið ímóti. Hví heldur tú, tí so kann Orðabókagrunnurin sita eftir við svartaperi, og Mentamálaráðið hevur vaskað sær um hendurnar sum annar “stjóri” gjørdi á sinni, men tó ikki meira enn so, at tað eru stjórarnir í Mentamálastýrinum sum hava sett sjøtul á henda galimatis í orðabókagerð. Hví er hon so sera umráðandi fyri teg? Føroysk-týska orðabókin man neyvan fara at selja nógv meira enn mín Týsk-føroyska, har tú skrivar: ”Tíverri er eingin eftirspurningur eftir hansara útboði, Týsk-føroyskari orðabók, í øllum førum kann eingin lønandi útgáva hugsast av bók hansara.” Hví skal Føroysk-týska orðabókin hjá Ulf Timmermann gerast tann stóra metsøluorðabókin, sum kann bjarga Orðabókagrunninum fíggjarliga, tí tað er jú sami lítli marknaður, sum skal nøktast. Er tað tí, at lúsin er útlendsk og hevur doktaratign, meðan mín er skrivað av einum studentaskúlalærara (nýtt skeldsorð hjá Kára Rógvi). Nei. Kári á Rógvi, hevði tú hugsað teg um, so hevði hetta brævið verið betur óskrivað, tí við hesum skrivi hevur tú skotið teg í egnan fót. Tú skuldi heldur nýtt høvi at víst á, hvussu tvørligur orðabókapolitikkurin við Mentamálaráðnum hevur verið bæði fyri teg í 5 ár og fyri meg í 10 ár. Tí so frægt kann eg fortelja Føroya fólki: Móðurmáls orðabókin er eingin fíggjarligur toppskorari, Italsk-føroysk orðabók, hvat man hon hava kostað Orðabókagrunninum, Kári á Rógvi sig frá, men hetta avrik eru undan tíni tíð, so teimum skalt tú ikki lastast fyri. Hvør í guds grøna garði hevur tikið avgerð um at gera hesa Føroysk-italsku orðabókina? Tí vit hava ongan skúlaflokk við italskum, og okkara samband við Italia man vera so sum so – kanska sum eitt av feriuparadísunum kann hon nýtast.

Niðurstøða: Kári á Rógvi, tú eigur onga heila orðabók enn eftir 5 árum, sum tú kanst kalla títt verk, hetta kann kallast geldseyðaavrik, men tú hevði møguleikan at fáa mína orðabók út, sum so kundi verið títt fyrsta egna verk sum formaður í Orðabókagrunninum – men so eiðasørt. At halda áfram við, at Orðabókagrunnurin er so illa fyri fíggjarliga, at hann ikki megnar alla útgávuna, er bert undanførsla frá tínari síðu, tí Mentamálaráðið hevur jú goldið bøkurnar hjá Ulfi Timmermann og Johnny Thomsen við høvd og gørnum higartil. Orðabókagrunnurin hevur ikki goldið orðabókarithøvundunum klovið oyrað fyri hesar orðabøkurnar. Tosið um stórar orðabøkur er fullkomiliga burturvið í hesum teldu- og fartelefontíðum, tí um nøkur fá ár fara allar orðabøkur at ligga á hesum miðlum, og tá hevur støddin á bókunum als ongan týdning. Hetta sipar tú sjálvur til, tá ið tú skrivar: ”…grunnurin ætlar at skipa dagførdar orðabøkur í telduportal.” Og so er sloppið, tí sum sagt, tá er einki mark fyri, hvussu stórar orðabøkurnar kunnu verða.

 

 

Hetta er tað, sum orðabókagrunnurin sigur um seg:

Orðabøkur

Grunnurin arbeiðir við at fáa givið út føroysk-týska orðabók, sum Ulf Timmermann hevur ritstjórnað, og føroysk-danska orðabók, sum Zakaris S. Hansen hevur ritstjórnað. Ætlanin er, at báðar orðabøkurnar koma út í 2008.

Samráðingar eru eisini við aðrar rithøvundar um útgávur.

Orðabøkur á goymslu, sum grunnurin hevur verið við til at fíggja:

Donsk-føroysk orðabók. Eisini fløguútgáva. Ritstjórnað hevur Hjalmar P. Petersen.

Føroysk-italsk orðabók. Ritstjórnað hevur Gianfranco Contri.

Umframt omanfyri nevndu hevur grunnurin:

føroysk-donsku orðabókina, sum M. A. Jacobsen og Chr. Matras ritstjórnaðu og føroysk-norsku orðabókina, sum Eigil Lehmann hevur ritstjórnað, á goymslu.

Føroysk orðabók (heft og innbundin), sum Jóhan Hendrik W. Poulsen, Marjun Simonsen, Jógvan í Lon Jacobsen, Anfinnur Johansen og Zakaris Svabo Hansen hava ritstjórnað, er útseld. Arbeitt verður við at fáa hana uppafturprentaða.

Fløguútgávan av Føroysku orðabókini er eisini útseld, men ókeypis atgongd fæst til hana á heimasíðuni hjá Orðabókagrunninum. Til hetta seinasta er at siga, at tín netútgáva er ein betaversjón av Orðaskjáttuni. Tak til dømis orði “grátt undir steini” so fáast tveir greinar: “grótlús (Oniscoidea)” og “grátt undir steini (Oniscidæ)”. Hvussu ber tað til, at latínska heiti ikki er rættað enn, tí nú er tað triðju ferð, at eg fortelji tær tað. Dugir tín orðabókaserfrøðingur ikki at fara inn í orðabókaforritið og rætta hetta?, em net-útgávan hjá tær gevur bert hetta “grátt undir steini (Oniscidæ)”. Men tær so líkt, so kemur tú við eini gummiorðing: “Grunnurin vónar at vera við at endurskoða hesa meginorðabók”. Men verður tað við tíni sniglaferð, so verður tað ikki í mínari tíð.

”Sintur sjógarpur speirekur serfrøðingafrásagnir”

 

nevnir Hóraldur Joensen greinarøð, eg kundi nýtt lántar fjaðrar, og kallað hetta brotið ”Sintur lógargarpur speirekur frásagnir frá fremmandamálsfrøðingi, sum í stóran mun eru bygdar á samskifti við Kára á Rógvi í teldupostum í árinum 2007.

 

Kári á Rógvi, í bløðunum skrivar tú í sambandi við mína greinarøð hetta um meg, orðabókabrask, ikki idealistur, kapitalistur, óður eftir verðini, sterka rættvísiskenslu (í negativari merking), eingin lønandi útgáva, rættuliga vælløntur studendaskúlalærari, vil hava fleiri árslønir (hvussu nógvar árslønir hava Ulf Timmermann fyri 1.8 milljónir, Johnny Thomsen fyri 1,9 milljónir og Hjalmar Petersen fyri 1,5 – 2 milljónir fingið), samansett navnorð ella serlig fakorð, ið ikki leggja nakað stórvegis afturat verkinum, (hvussu kanst tú vita tað, tú gitir, tí longur upp í verjurøðu tíni skrivar tú: ”Tó at vit ikki sleppa at síggja verkið í fullum líki”, ”endurgeva nakrar hugleiðingar hjá ávísum barnaskúlalærara”, ”við sera ósannførandi at siga øll onnur hava misfatað tað stórverk, ið eingin sleppur at síggja”, tú nevnir meg bert ”Davidsen” við bæði yvir- og undirtónum, ”og ikki skriva fyri seg sjálvan uttan lesarar” og loksins ”deyðsseyðaskriving”, so mong vóru tíni orð um meg. Er hetta títt støði Kári á Rógvi? Vónandi tekur tú tað ikki við tær inn um tingsins gátt, nú byrji eg kanska at skilja títt revolvara-orðabrask eitt vet betur – ella geri eg? Revolvaramenninir Billy the Kid og Hopalong Cassidy ganga leysir í Sandoynni, sum hótta við at spilla Jóannesi politiska spælið, men tú hevur lovað løgmanni stuðul við at plaffa teir niður, og eg Lucky Luke á mínum Jolly Jumper (= Suzuki Ignis) og revolvararnar (= stasjoner telda og fartelda), vilt tú plaffa niður, ella tú vilt kanska hava okkum upp í gálgan, men tíanverri hava vit talu- og skrivifrælsi – enn. Men teir í Mentamálaráðnum, teir torir tú ikki alment at nerta við.

 

Tú ríður niðarlaga, Kári á Rógvi! Orðabókagrunnurin er vorðin ein partur av hesi køstarennu tey seinastu 5 árini, sum orðabókapolitikkurin hevur verið tað hesi seinastu 10 árini!

Hví heldur tú, at politikkarar hava minkað upphæddina til orðabøkur frá 1.4 milljónum niður í 940.000kr. Eg skal skriva tað fyri tær svart upp á hvítt. Orsøkin er tann, at orðabókapolitikkurin er eitt svart hol, sum einki kemur burturúr aftur – um tað ikki var so, at teir privatu høvdu víst, hvat teir megna – t.d. ársins føroyingar! Tú og núverandi privati Orðabókagrunnurin liggja framvegis á 4 – lat meg stava tað fyri tær – fýra - orðabókahandritum! Tøknifrøðiorðabókin (1998), Føroysk-donsk orðabók (1998), Føroysk- týsk orðabók (2000) og loksins Russisk-føroyskt (2001). Høvdu politikkararnir sæð úrslit á tí almenna orðabókaøkinum, so høvdu teir óivað gleðiliga sett størri upphæddir av til hetta alneyðuga arbeiðið okkara máli at gagni. Ger okkum tann beina og set árstøl á handritini, nær tey koma út, og ikki eina gummiorðing sum hana, ið tú nýtir: ”Grunnurin ætlar næst… ” Hvat merkir ”næst” nágreiniliga? 5 ár ella aftur 10 ár. Tøkniorðabókin og Føroysk-donsk orðabók verða báðar umrøddar í svarskrivi frá Signari á Brúnni, táverandi mentamálaráðharra, í 1998, t.v.s. tað eru meira enn 10 ár síðan, og hvat hava tær kostað Orðabókagrunninum? Frá 2003 og frameftir eigur tú, tað merkir seinnu helvt av hesum tíðarskeiði, 1998 - 2008. So megnar tú ikki upptakið, greið frá hví? ella gev skarvin yvir! Føroysk-týsk orðabók er byrjað 2000 og Russisk-føroysk varð farið undir 2001. Tú ert formaður, men eingin maður at taka avgerðir!

 

Skipasmiðjustjóri segði eina ferð í útvarpinum nakað soleiðis: “Meira verk, færri orð, legg so knørr at knarrarborð!”

 

Hvussu ofta tú nýtir orðið ”ætla”, ”vónar” og vil fara undir? men tað spyrst als einki burturúr, bara orðabrask! Nú ætlur tú tær mín sann undir Dansk-føroyska orðabók. Vit hava tvær frammanundan: Tann hjá Hjalmari Petersen og tann væl størra hjá Annfinni í Skála og Jonhardi Mikkelsen. Hvør er tann nýggi orðabókarithøvundurin, ella hevur tú misskrivað teg her. Síðan heldur tú áfram: ”Spansk-føroyska, (hvat við teirri Føroysk-sponsku?), Fransk-føroysk (Hvat við teirri Føroysk-fronsku?) og aðrar til skúlabrúks. Hetta hugtak títt ”til skúlabrúks” ljóðar so nøktandi, men ”til skúlabrúks” hvat fevnir tað um? Merkir tað fólkaskúlan, miðnámsskúlan ella læraraskúlan og aðrar hægri skúlar. Aftur dømi um, at tú als ikki hevur hugsað um tørv og støði á orðabókunum, men bara orðabrask. Ìsraelsfólk gekk 40 ár í oyðimørkini, áðrenn tað kom á mál, hvussu leingi skulu vit bíða eftir at koma á mál, tí hetta mál tykist at vera tómgongd á orðabókaøkinum. Síðan Ensk-føroyska orðabókin kom 1992, eru skjótt farin 20 ár, t.v.s. helvtin av teirri ísraelsku oyðmarkargonguni. Teir privatu hava megnað at latið 3 orðabókahandrit – hvørt størri enn annað, og teir ræðast ikki støddina á teirra verkum – í hesum tíðarskeiði, men tú vilt bara hava parlørar, pinkulingaavrik. Tann Spansk-føroyska skal fevna um 4.500 leitorð, men tað grettir tú ikki øvut orð um.

 

Orðabøkur ongantíð eitt gullnám

 

Orðabókapolitikkur eigur at vera landpolitiskt málsøki, tí tað verður ongantíð eitt gullanám fyri nakran at fáast við orðabøkur, og at sverta hann, sum hevur roynt í síni frítíð at loyst eitt orðabókahandrit úr lagdi, man siga meira um teg Kári á Rógvi! Far í listan yvir stovnar, ið hava stuðlað Stiðanum og Sprotanum. Í Donsk-føroysku orðabókini hjá Stiðanum verða 21 stovnar takkaðir fyri stuðul, og tá stóð Stiðin framvegis eftir við láni. Teir vóru kanska betri idealistar enn eg studentaskúlakraddari, Kári á Rógvi?

Tú kundi víst á tørvin at fáa fleiri krónur til orðabókagerð, men tað verður striltið við arbeiðslagnum í Orðabókagrunninum tey 5 seinastu árini.

Eg kundi spurt teg. ”Hevur tú arbeitt við hesum máli í tinginum, nú fíggjarlógin var avgreidd? Tú kundi greitt frá, hvør tann veruliga støðan er, tí tú hevði besta høvi til hetta nú at rekja hesa fløkju. Á fíggjalógini fyri árið 2008 eru aftur bert settar 940.000kr av. Jú eg giti meg at vita, at tú nú innan tingsins gátt hevur stríðst sum úlvur á skóg fyri at varðveita hesa upphædd. Tó var eg tinglimur, so hevði eg spurt meg sjálva/n, og síðan teg frá tingsins røðarapalli: ”Hvar blíva orðabøkurnar av?”. Henda spurning kundi tú sum serfrøðingur á økinum kunnað svarað.

Tú kundi víst á felagstrupulleikan hjá okkum báðum uppi í Mentamálaráðnum: eg hesi seinastu 10 árini og tú tíni 5 ár í starvi sum formaður í Orðabókagrunninum, tú kundi lýst knossið við Jóannes Dalsgaard, fráfarna deildarstjóra, í mínum føri eisini Petur Petersen og mín sann eisini nýggja deildarleiðaran, Martin Næs - um tú tordi.

 

So Hans Jákup: ”Ikki er alt gull, ið glitrar – sorry!”