Fótbóltur
Tað var spennandi, og tað var so tætt, sum tað ofta plagar at vera, tá ið talan er um grannauppgerð. Men talan var ongantíð um ófantaligar støður, sum tað kanska kundi roknast við, tá ið talan var um stríð millum næstu grannar, og tá ið umstøðurnar vóru soleiðis, sum tær vóru.
Serliga í 2. hálvleiki, tá ið B68 hevði lotið undan, var tað fitt av vindi, og eisini avfallið var meiri, enn tað hevði verið undan steðginum.
B68 rann undan heimaliðnum fram til tað restaðu átta minuttir. Brynjolvur Nielsen sendi skrátt frísparksinnlegg uttarlaga frá og í brotsteigin, har Gert Langgaard stakk seg fram og snittaði bóltin í handara síðunetið.
Hóast Herbert í Lon Jacobsen tykist stinnur, so var samstarvið í B68 iiðverjuni ikki serliga sannførandi í sambandi við deyðbóltsstøðurnar. Tað kostaði eisini tvey onnur mál.
NSÍ verjan var ikki við, tá ið Petur Skarðenni hevði bríkslað fyri fyrstu ferð. B68 sendi bóltin fram eftir vøllinum. Øssur Jacobsen tók av, tá ið verjan ikki tóktist leggja í hann, og so lá bólturin aftanfyri Jens Martin Knudsen. Ivaleyst skjótasta mál í hesum kappingarárinum.
NSÍ hevði lotið undan, men tað gekk ein løta, áðrenn teir fótaðu sær. B68 miðvøllurin, har tað sást, at Mikkjal Thomassen so smátt er um at koma fyri sær, hevði betri tak á enn mótstøðumenninir.
Tá ið NSÍ í 18. minutti gjørdi nyttu burturúr fyrsta NSÍ møguleikanum, sum ikki var serliga stórur, vendi tað. Sjúrður Jacobsen, sum aftur hesa ferð sum oftast var fyrsta liðið í uppspælinum hjá heimaliðnum, royndi seg úti frá við frísparki. Mortan Hansen, sum var nðggjur B68 málverji, eftir at íslendingurin er farin til hús, royndi at halda váta bóltinum, sum smoygdi sær undan og datt inn um strikuna.
Útjavnandi málið hevði við sær, at NSÍ fekk høvdið fyri seg. Bólturin var stóra seinna partin av fyrra umfarinum meiri á B68 hálvuni, og fleiri ferðir royndu heimamenninir seg við langskotum undan lotinum, uttan at nakað spurdist burturúr.
Møguleikar báðar vegir
Tá ið B68 eftir steðgin hevði lotið undan, var meiri vindur, enn tað hevði verið undan steðginum. B68 legði bragdliga fyri, og eftir hornaspark bjargaði NSÍ á málstrikuni.
Í løtum var samanspælið hampuliga gott, og NSÍ hevði eini trý væl gjøgnumspæld álop, og í tí eina førinum rakk Jákup Eli Olsen akkurát at tackla.
Bogi Petersen, Øssur Hansen og Mikkjal Thomassen høvdu góðar langskotsroyndir, sum vóru bjargaðar til hornaspørk, og í 77. minutti eydnaðist tað B68 at leggja seg framum aftur. Eftir diagonalsending úr vinstru, legði innskifti Óli Olsen úr høgru og tvørturum og framum NSÍ verjuna. Jóhan Petur Poulsen rann inn frá vinstru og gjørdi einki mistak, tá ið hann varð leysur frammanfyri Jens Martin Knudsen, ið vildi halda, at talan hevði verið um rangstøðu. Men tað hildu uppmenninir ikki.
B68 arnir høvdu ikki fingið armarnar niður aftur, so var tað aftur javnt. Aftur hesa ferð var talan um - púra óneyðuga - frísparksstøðu. Sjúrður Jacobsen sendi úr vinstru og skrátt innfyri, og Aleksandar Jovevic var hægstur og stðrdi sera hegnisliga bóltinum inn við handara stólpanum. So var tað, at Gert Langgaard eftir enn eina deyðbóltsstøðu og eftir enn eina ivasama verjustøðu hjá B68 snittaði bóltin, sum var sendur inn úr høgru, og inn í handara síðunetið.