Deyðsvanlukka umborð í norskum ferðamannaskipi

Hini fýra, sum eisini fingu skaða, tá stórar aldur raktu skipið, eru ikki í lívsvanda, veit Bergens Tidende at siga.

 

Eitt ferðafólk læt lív og fýra fingu løstir, tá eitt ferðamannaskip, sum siglir undir norskum flaggi - Viking Polaris - kom í stóra aldu við suðurendan á Suðuramerika, sum kallast Kap Horn.

 

Tað upplýsir Skaðanevndin hjá norska statinum í tíðindaskrivi.

 

- Skipið varð rakt av stórari aldu, og fleiri vindeygu í ferðafólkarúmunum fórust. Skaðanevndin er nú í holt við at gera kanningar í málinum, nú skipið liggur í argentinska býnum, Ushuaia. 

 

Bergens Tidende veit at siga, at Norska Skaðanevndin er farin til Argentina og kanna vanlukkuna.

 

Tað vóru Høvuðsbjargingarstøðin og Sjóferðslustýrið í Noreg, sum settu seg í samband við Skaðanevndina. Argentinska løgreglan hevur gjørt hendingina til eitt politimál.

 

Hini fýra, sum eisini fingu skaða umborð í skipinum, eru ikki í lívsvanda eftir hendingina, sum fór fram týsdagin í hesi vikuni.