Dialysuviðgerð verður í Suðuroy

Nú er landsstýrismaðurin í heilsumálum komin upp í málið um dialysusjúklingar í Suðuroyar, sum noyðast at ferðast til Havnar í viðgerð

 

– Dialysusjúklingar skulu í framtíðini fáa dialysuviðgerð í Suðuroy, tað ætli eg mær at gera alt fyri, at tey fáa hettar tilboð, sum tey ongantíð hava havt fyrr.

Soleiðis skrivar Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum á Facebook í gjárkvøldið.

Tað er helst sum eitt svar upp á tíðindini í Degi og Viku, har millum annað støðan hjá 73 ára gamla Niels Paula Midjord varð viðgjørd. Hann er í løtuni innlagdur á Landssjúkrahúsið, har hann er til dialysuviðgerð tríggjar ferðir um vikuna, tí hann ikki hevur fylgjara við sær við Smyrli.

Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri og løgtingsmaður er formaður í Suðuroyar heilsu- og heimatænastu, ið sum ein tann síðsti stovnur í heilsuverkinum, sum hevur fingið ábyrgdina av flutninginum hjá manninum millum Suðuroy og Landssjúrkahúsið. Kristin Michelsen segði við Deg og viku, at Løgtingið játtaði eina millión krónur at keypa útgerð til Suðuroyar Sjúkrahús til dialysuviðgerð, men at pengarnir ikki eru brúktir, tí at ein lækni á Landssjúkrahúsinum ikki vil taka ábyrgd av hesi tænastu í Suðuroy.

Men tað verður nú gjørt soleiðis, sambært landsstýrismanninum í heilsumálum, at suðuroyingar í framtíðini fáa dialysuviðgerð í Suðuroy.

– Lívsgóðska er eisini ein partur av okkara viðgerðarmøguleikum, sum eitt framkomið land, eg ætli mær saman við sjúkrahúsleiðsluni at finna ein smidliga og konstruktiva loysn á hesari avbjóðing.