Disney Magic kemur ikki allíkavæl
Í mars mánaða bórust tíðindini um, at stóra ferðamannaskipið Disney Magic skuldi koma til Føroya. Tað vóru Tor Shipping og Tórshavnar Havn, sum høvdu lokkað Disney Magic hendanvegin.
Í vikuni frættist tó, at Disney hevur avlýst túrin til Føroya og leggur leiðina til Kirkwall á Orknoyggjum ístaðin. Hetta sæst eisini á heimasíðuni hjá ferðaskrivstovuni.
Ymiskir netmiðlar og bloggar hava róð uppundir, at Disney hevur tikið hesa avgerð orsaka av føroyska grindadrápinum. Tað skal eitast, at Disney, fyri at verja sítt vørumerki, hevur avgjørt at strika Føroyar av ferðaskránni, og djóraverndarfelagskapir royna nú at spreiða tann boðskap, at Disney stuðlar teimum í einum boykotti av Føroyum.
Hetta er tó ikki satt, sambært Annfinn Hjelm, vinnusamskipara á Tórshavnar Havn. Talan er als ikki um nakað boykott. Avgerðin er tikin sum liður í heildarætlanini hjá Disney. Ferðirnar hjá Disney eru ofta bygdar á ymisk evni, knýtt at filmum teirra, og hendan ferðin, ið Disney Magic ger í Norðuratlantshavi, er fyrst og fremst myndað eftir seinasta teknifilminum, Frost. Frost er bygdur á ævintýrið Snjódrotningin eftir H. C. Andersen. Túrurin byrjar tí í Danmark, føðilandi H. C. Andersens, áðrenn leiðin gongur til Ísland, ið kann bjóða kava, frost og fjøll.
Ætlanin var, at á veg aftur til Dover í Onglandi, har næsta ferðin byrjar, skuldi leiðin leggjast framvið Havnini. Her kom tó ein broyting inn. Disney hevur ein annan teknifilm, Modig, ið fer fram í Skottlandi og við tað, at tað nú var møguligt at knýta enn ein film afturat túrinum, var avgjørt at fara til Orknoyggjar, heldur enn at leggja leiðina til Føroyar.
Talan er altso ikki um nakað boykott av Føroyum. Lond sum Ísland, Noreg og Japan fáast øll við hvalaveiðu, og tað vildi verið løgið einans at boykotta Føroyar. Umboð fyri Disney hava eisini beinleiðis avnokta fyri Annfinni Hjelm, at talan er um nakað boykott av Føroyum.
Enn vita vit ikki um nakrar ítøkiligar ætlanir hjá Disney at koma aftur til Føroyar, men Annfinn Hjelm sigur, at Tórshavnar Havn altíð liggja framvið at fáa fleiri ferðamannaskip til Havnar.