Upsaskipini hava brúkiligan fiskiskap í løtuni

Tveir av teimum smáu trolbátunum eru á landleiðini, og tríggir eru norðanfyri. Allir koma inn at landa í næstu viku

- Í løtuni eru trý partrolarapør til fiskiskap eftir upsa, og skipini hava brúkiligan fiskiskap. Tvey partrolarapør fiska gulllaks.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

 

Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at ein er í bretskum sjógvi og fiskar svartkalva. Hesin kemur inn at landa mánadagin.

 

- Ein frystitrolari fiskar svartkalva undir Føroyum, og væntandi loysir onkur djúpvatnstrolari aftrat um vikuskiftið.

 

Tveir av teimum smáu trolbátunum eru á landleiðini, og her fáa teir mest av flatfiski og toski. Annar landar fyrst í næstu viku, og hin seinni í vikuni.

 

- Tríggir trolbátar eru norðanfyri. Teir fáa mest av toski, hýsu og so nakað av flatfiski, longu og upsa. 

 

Lagt verður aftrat, at tveir av bátunum, sum eru norðanfyri, landa mánadagin, og hin seinasti landar seinni í vikuni.

 

Í løtuni eru trý garnaskip til fiskiskap eftir svartkalva, og eitt fiskar havtasku. 

 

- Skipini hava brúkiligan fiskiskap eftir svartkalva, og øll koma inn at landa í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.