Djórakirkjugarður skjótt klárur í Nuuk

- Pláss verður fyri 100 húsdjórum, og longu nú eru tíggju pláss umbiðin, siga tey í kommununi.

Borgarar í grønlendska høvuðsstaðnum Nuuk fáa skjótt møguleikan at jarða síni húsdjór á ein virðiligan hátt.

 

- Hetta er eitt borgaraynski, sum skjótt verður veruleiki, veit Sermitsiaq, sum vísir til heimasíðuna hjá kommununi, at siga.

 

Sagt verður, at kirkjugarðurin skjótt verður liðugur, og her skulu bert seinastu smálutir fáast upp á pláss.

 

Gravast skal upp í moldini.

 

- Enn er eingin dagur ásettur, nær kirkjugarðurin verður liðugur, men hetta verður einaferð seinni í summar.

 

Tað sigur anlegsleiðarin í Kommuneqarfik Sermersooq, Rudi Birkedal, við heimasiðuna hjá kommununi.

 

Sambært Sermitsiaq, sum skrivar um djórakirkjugarðin, verður pláss fyri 100 húsdjórum, og longu nú eru tíggju pláss umbiðin.