Átta menn eru dømdir lívlanga fongsulsrevsing í Russlandi fyri eina spreinging í 2022, sum oyðilegði partar av Kerch-brúnni millum Russland og Krim-hálvoynna.
Tað upplýsir tíðindastovan Reuters.
Spreingingin 8. oktober 2022 drap fimm fólk og oyðilegði fleiri partar av 19 kilometrar longu brúnni yvir Kerchsundið.
Tá var gott hálvt ár liðið, síðani Russland gjørdi innrás í Ukraina. Krim-hálvoyggin í Suðurukraina varð herrtikin av russarum í 2014.
Bæði Russland og Ukraina hava sagt, at ein ukrainsk fregnartænasta stóð aftanfyri álopið.
Tað hendi, tá ein lastbilur sprongdist.
Teir átta menninir hava verið fyri rættarmáli í einum hernaðardómstóli í Rostov á Don í Suðurrusslandi.
– Teir ákærdu vórðu funnir sekir og dømdir lívlanga fongsulsrevsing, sigur rætturin á boðtænastuni Telegram.
/Ritzau/










