48 ára gamli, Jógvan Trondesen Andreasen, sum býr í Havn, hevur seinastu árini verið formaður í Suðurstreymoyar Útróðrarfelag.
Hetta er eitt virkið felag, og formaðurin fegnast um, at umstøðurnar hjá útróðrarmonnum í høvuðsstaðnum eru góðar, bæði við Ískaiina, har útróðrarmenn hava leigumál í nøkrum skúrum, frystimøguleikar til hvønn skúrin, krana, ísveiting og felags gágguknúsara, eins og her er lætt at sleppa av við rusk.
Eftir at Barðið byrjaði sína landingarmiðstøð á gamla Bacalao, eru framúr møguleikar at fáa fiskin vigaðan og seldan um uppboðssøluna hjá Fiskamarknaði Føroya, og útróðrarfelagið hevur alt gott at bera teimum, sum skipa fyri á landingarmiðstøðini.
Jógvan heldur, at Tórshavnar Havn eisini hevur lyft væl undir at gera umstøðurnar hjá bátunum og teimum, sum rógva út, góðar og høgligar.
- Her úti á Ískaiini eru seks skúrar, men her eru nógv fleiri leigumál við tað, at tað eru fleiri sum deila skúrar við aðrar, sum hava bát, sigur formaðurin í Suðurstreymoyar Útróðrarfelag.
Abbin var kveikjandi
Áðrenn vit fara víðari, kunnu vit leggja aftrat, at Jógvan er giftur Lailu Enghamar, og tey eiga synirnar, Jósef, sum er 12 ár og Elias, sum er sjey.
Tað var abbi Jógvan, Jens Peter Arge, sáli, sum í nógv ár var stjóri á Tryggingarfelagnum Føroyar, sum var íblásturin og kveikti áhugan hjá smádreinginum til bát og sjógv.
Jens Peter doyði í 2014.
- Abbi var upprunaliga útlærdur skipsførari, og hann var ógvuliga kunnugur og nærlagdur um streymviðurskifti og fiskileiðir her í Nólsoyarfirði og ymsastaðni eystanfyri og sunnanfyri. Hann hevði meg nógv við sær á báti sum smádrongur, og tá eg gjørdist nakað eldri, var eg mangan eisini einsamallur á floti við bátinum.
Jógvan sigur, at báturin hjá abbanum var limur í Suðurstreymoyar Útróðrarfelag.
- Tá abbi knappliga andaðist, helt limaskapurin fram, og báturin er enn hin sami, ið abbi keypti sum nýbygning úr Noregi í 1988 – ein Selfa 28, og her havi eg fýra DNG-snellur, sigur hann.
Báturin, sum liggur við Kongabrúnna í Havn, sær framvegis út sum nýggjur. Hann er sera væl hildin, og motorurin gongur sum klokkan.
Spælið úr bátinum
Soleiðis, sum Jógvan minnist tað, kom báturin úr Noregi hin 21. desember í 1988, sum er dagurin, tá herviliga jólaódnin, ið hevur verið tosað um síðan, brast á. Tá var Jógvan bara 11 ára gamal.
- Tað var abbi, sum átti bátin, men eg brúkti hann, sum var hann mín. Í starvinum sum tryggingarstjóri hevði abbi ikki altíð so góðar stundir til bátin, men tá hann gjørdist pensjóneraður, fingu vit enn fleiri túrar saman.
Jógvan vísir á, at umframt at báturin hevur verið nógv brúktur til útróður, og teir í sínari tíð eisini vóru fleiri túrar á Norðhavinum um várarnar, hevur báturin verið brúktur til eitt nú at taka nátungar við.
Vóru grindaboð, og umstøður vóru til tess, varð eisini farið í grind, og soleiðs er tað framvegis.
- Abbin fór ógvuliga væl við bátinum, og báturin hevur altíð verið væl viðlíkahildin.
Tað var tann tíð, tá línuspæl var í bátinum, og onkrir túrar vórðu eisini gjørdir við kalvalínu.
Hann sigur, at tá roynt verður við snellu, verður sum oftast farið suður úr Borðuni, suður móti Skálhøvda, norður um Grynnur, sum teir plaga at rópa leiðina kring Høgnaboga og ymsastaðni eystanfyri.
- Vit hava eisini roynt á leiðunum vestanfyri í Skopunarfirði og vestan fyri Hest.
Hann sigur, at fyri nøkrum árum síðan varð spælið og alt, sum hevur við línu at gera, tikið úr bátinum, og nú verður báturin bara brúktur til snelluveiði.
Avloysti Mortan
Men, hvussu gjørdist tú so formaður í Suðurstreymoyar Útróðrarfelag?
- Ja, tað var nú eitt sindur løgið og eisini tilvildarligt. Mortan Johannessen, sáli, Mortan hjá Andriasi, var formaður í nógv ár, og tá hann legði frá sær, var ætlanin hjá felagnum at fáa yngri kreftir uppí nevndina. Sjálvur var eg ógvuliga skeptiskur – eg bæði ivaðist og segði nei, men tað endaði so við, at eg gjørdist formaður.
Nú fiskidagarnir hjá útróðrarbátum í bólki 5B gjørdust uppi umleið hálvan oktober, hevur felagið við Jógvani Trondesen Andreasen á odda roynt at sannført myndugleikarnar um, at tað er óneyðugt, at bátarnir í hesum bólki liggja og ikki sleppa av avreiða tað, ið eftir er av árinum, tá óbrúktir dagar eru tøkir.
Útróðrarbátar í bólki 5B eru bátar, sum fiska fyri minni enn 200.000 krónur um árið, og formaðurin í útróðrarfelagnum sigur, at orsøkin til, at dagarnir nú eru uppi, er, at dagarnir í hesum bólki eru skornir so nógv, sum árini eru gingin.
Á kokkaskúla
Sum 17 ára gamal í 1995 fór Jógvan Trondesen Andreasen á kokkaskúla í Klaksvík, og skeiðið vardi í eitt hálvt ár.
- Eftir at hava tikið kokkaskeiðið í Klaksvík, endaði eg meira av tilvild sum kokkur umborð á djúpvatnstrolaranum, Suðringi.
Hann sigur, at hann kendi ongan umborð í Suðringi, men leyp bara út í tað, tá møguleikin beyðst. Alt gekk væl, og honum dámdi væl umborð. Teir gjørdu tveir ísfiskatúrar í Barentshavinum, og á øðrum túrinum hildu teir jól í Barentshavinum.
Jógvan kom heimaftur nýggjársaftan, og teir á Suðringi vóru so beinasamir at seta hann av, tá teir komu inn í Nólsoyarfjørð á veg á Tvøroyri.
- Abbi mín kom út í fjørðin eftir mær við bátinum, og síðan hildu teir á Suðringi leiðina fram til Tvøroyrar at halda nýggjár, sigur hann brosandi. Eg var hin einasti, sum fór av norðanfjørðs, og tá varð eg 18 ára gamal.
Hann hevur góð minnir frá túrunum við Suðringi.
- Jú, skipið hevði eftir mínum tykki eina sera góða og dugnaliga manning, og eg varð hjartaliga væl móttikin umborð, og teir vórðu góðir við meg. Eg havi alt gott at bera teimum, sigur Jógvan.
Tað einasta, sum unglingin hevði siglt, tá hann fór umborð á Suðring, var onkur túrur í summarafrítíðini niður til Skotlands at landa við Bláfossi.
Fekk lærupláss
Einar tvær vikur eftir nýggjár í 1996 byrjaði Jógvan Trondesen Andreasen í læru sum kokkur á Hotel Føroyum, og skúlin var í Aalborg.
Fyri unga mannin var hetta bæði spennandi og stórt.
Hetta var ein 4-ára útbúgving, harav nógv tann størsti parturin var í Føroyum, men fyrsta skeiðið í Aalborg vardi í 20 vikur.
Jógvan treivst sera væl á Hotel Føroyum, og tað var stuttligt at læra. Hetta var eitt gott lærupláss, og her vóru fittir starvsfelagar, og Jógvan sigur, at hann hevur ongantíð hevur angrað, at hann fór í kokkalæru her.
- Eftir at eg varð liðugur við mína útbúgving og hevði fingið annað starv, var eg fleiri ferðir aftur á Hotel Føroyum og hjálpti til, tá eg var heima í Føroyum millum túrar, sigur hann.
Sigldi fyri Mærsk
Tá Jógvan hevði fingið sína útbúgving sum kokkur, fór hann á hovmeistaraskeið í fimm vikur. Hetta var eitt krav, um hann skuldi sigla í danska handilsflotanum, sum nú var hansara dreymur, og tað var danska Skipaeftirlitið, sum stóð fyri hesum skeiði.
- Her lærdu vit eitt nú um proviantering, matvørutrygd, reinføri og skaðadjór umframt ymiskt annað.
Meðan hann var á hesum skeiði, søkti hann kjans hjá Mærsk.
Í eini tvey ár sigldi hann við skipum hjá Mærsk Supply Service, sum sigldu í Fjareystri, og tá sigldi hann eitt nú upp á Indonesia, Malaysia og Singapore.
Eftir hetta varð hann fluttur upp til tangaskipini og síðan víðari til bingjuskipini.
Í tíðini, hann sigldi fyri Mæersk, slapp hann eisini við nýbygningum hjá felagnum. Hann var eitt nú við Adrian Mærsk, og hann var við nýbygninginum, Elly Mærsk.
Í eini tvey ár sigldi hann við skipum hjá Mærsk Supply Service, sum vóru leigað út til Fjareystur, og tá sigldi hann eitt nú upp á Indonesia, Malaysia og Singapore.
Tilsamans sigldi Jógvan fyri Mærsk í átta ár.
Starvast fyri Torm A/S
Í 2008 fór Jógvan Trondsen Andreasen at sigla sum hovmeistari fyri eitt annað stórt danskt reiðarí, nevniliga Torm A/S.
Her sigldi hann fram til 2017 sum hovmeistari og seinastu fýra árini sum catering superintendent.
Gera vit nú eitt lop í greinini fram til dagin í dag, arbeiðir formaðurin í Suðurstreymoyar Útróðrarfelag úr Føroyum fyri stóra danska tangaskipsreiðaríið, Torm A/S.
- Eg havi ábyrgdina av øllum provianti hjá skipunum og øllum, sum er inni í apeteringini, bæði vælveruútgerð sum eitt nú fitness-útbúnaði, skíggjum, madrassum, koyggjuklæðum, arbeiðsklæðum og ymiskum øðrum, sum skip og manningar hava fyri neyðini.
Jógvan vísir á, at ein partur av starvinum er eisini at gera avtalur við veitarar, sum felagið brúkar runt um í heiminum.
- Tú gert einki einsamallur, og reiðaríið hevur sjálvsagt góðar deildir kring um og góð fólk at hjálpa mær, bæði umborð og í landi, men hetta er eitt starv, sum mær dámar og sum eg trívist við.
Hann sigur, at høvuðsskrivstovan er í Danmark, har hann javnan arbeiðir, men fyri tað mesta arbeiðir hann heimanífrá úr Føroyum.
Eisini uttanlands
Starvið hjá Jógvani í Torm hevur eisini við sær, at hann ferðast uttanlands og vitjar deildirnar hjá reiðarínum, umframt veitarar, og onkrar ferðir verða gjørdar langt út í heimin.
- Eisini vitji eg umborð á skipum hjá reiðarínum.
Jógvan hevur eisini sum uppgávu at tryggja, at kokkar og messufólk fáa neyðugu upplæringina.
Torm A/S hevur fleiri enn 90 skip, og her eru eisini heilt stór skip, og Torm hevur 3500 sjófólk, sigur hann.
Starvsheiti hjá Jógvani Trondesen Andreasen í dag er Senior Catering Manager, sum tað verður rópt á fínum máli.
- Umframt hesar veitingar, sum eg havi ábyrgdina av, er tað eisini mín uppgáva at taka ímóti afturmeldingum frá manningum, soleiðis at trygd fæst fyri, at veitingarnar eru í lagi, sigur hann.
##med2##
##med3##
##med4##














