Klokkan 14:08 fekk løgreglan fráboðan um, at ein kranabilur koppaði í Norðragøtu. Menn vóru í ferð við at heingja upp jólapynt og vóru í eini kurv í einum kranabili, tá kranabilurin koppaði.
Vaktleiðarin á politistøðini í Havn sigur, at kranabilurin koppaði, og at annar av monnunum kom at liggja ímillum kranan og kassan, sum teir vóru í. Hin maðurin slapp snikkaleysur frá óhappinum.
Tað tók drúgva tíð at fáa mannin leysan aftur. Á staðið komu umframt løgregluna eisini tveir sjúkrabilar, Arbeiðseftirlitið, tilbúgvingin og so ein lækni. Tað tók ein góðan tíma at fáa mannin leysan, og hann varð fluttur í sjúkrabili við politieskortu til Havnar – og fóru úr Gøtu klokkan 15:14. Fylgið kom á Landssjúkrahúsið klokkan 15:40.
Løgreglan veit ikki, hvussu støðan er hjá manninum, men hann var við vit og tosaði, sigur vaktleiðarin.











