Dómarakreppa broytir steypakappingina

Fleiri dystir eru fluttir, tí dómarakreppa er í føroyskum hondbólti

Dómararstøðan hevur verið viðbrekin í allan vetur. Koma skaðar ella dómarar ikki eru tøkir, avmarkar hetta beinan vegin okkara møguleikar at avgreiða dystirnar eftir ásettu leikskrá, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Hondbóltssambandinum.

 

Hetta er aftur galdandi hetta vikuskiftið nú hálvfinalurnar í Coca-Cola kappingini verða spældar. Veðrið hevur longu argað hálvfinaluna millum Neistan og VB, har fyrra hálvfinalan skuldi verða í Havn í gjár, men verður heldur í kvøld í Vági.



Nú eru tvær hálvfinalur eisini fluttar til mánakvøldið. Hetta kemur millum annað av tí, at Heri Petersen í gjár mátti skiftast út sum dómari í dystinum millum H71 og Kyndil.

 

Broytingar eru tí framdar í leikskránni og sær hon nú soleiðis út:

 

Fríggjadagin 31.01.14:

Kl. 18.30 Kvinnur, Kyndil – VÍF 20-21

Kl. 19.00 Menn, StÍF – KÍF 32-29

Kl. 20.00 Menn, H71 – Kyndil 17-21

 

Leygardagin 01.02.14:

Kl. 21.00 Kvinnur, VB – Neistin

 

Sunnudagin 02.02.14:

Kl. 15.00 Kvinnur, Neistin – VB

Kl. 18.00 Menn, Kyndil – H71

 

Mánadagin 03.02.14:

Kl. 19.30 Kvinnur, VÍF – Kyndil

Kl. 19.30 Menn, KÍF – StÍF