Dómarar settir til Stella Polaris 2015

Nú er navnt sett á dómararnar í tónleikakappingini Stella Polaris 2015.

Dómsnevndin til tónleikakappingina Stella Polaris 2015 er nú mannað. 

 

Í dómsnevndini eru fimm limir: Ein útlendskur dómsnevndarformaður, eitt umboð fyri Føroya Symfoniorkestur, eitt umboð fyri áhoyrararnar, eitt umboð fyri Tórshavnar Musikkskúla og eitt fyri tónleikagreinina í breiðari merking.

 

Dómsnevndarforkvinna verður íslendski tónasmiðurin Mist Thorkelsdóttir. Umframt at undirvísa í tónasmíð hevur Mist Thorkelsdóttir verið leiðari á Iceland Academy of Arts, og er nú leiðari á Academy of Music and Drama í Gøteborg.

 

Fyri tónleikagreinina í breiðari merking kemur kendi danski klaverleikarin Katrine Gislinge. Umframt eina yrkisleið sum klaverleikari, solistur og kamartónleikari, hevur Katrine Gislinge eisini verið dómari í fleiri altjóða kappingum. 

 

Umboð fyri Tórshavnar Musikkskúla verður Martin Mouritsen, fyri Føroya Symfoniorkestur Bernharður Wilkinson og umboð fyri áhoyrararnar verður Leif Hansen.

 

Kappingin fer av bakkastokki við innleiðandi umførum 19. og 20. februar, og sjálv finalan verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 21. februar.