Dómararnir geva Allan reytt kort

Danskir sjónvarpshyggjarar hava tvær ferðir á rað bjargað fyrrverandi føroyska landsliðsvenjaranum undan vánaligu skotsmálunum hjá dómarunum í Vild med Dans, og tað hóvar ikki dómarunum

Eins og í fyrstu sendingini av Vild med Dans, so hildu dómararnir lítið um tað, sum Allan Simonsen kann avrika við fótunum á einum dansigólvi. Somikið lítið hildu dómararnir um avrikið, at fyrrverandi føroyski landsliðsvenjarin fekk lægsta karakterin, sum nakran tíð er givin í kappingini. Allir dómararnir vóru samdir um, at Allan bert skuldi hava eittans stig fyri sína tango-dans, men tá hyggjararnir greiddu atkvøðu, kom Allan kortini víðari. Hinvegin rey sjónleikarinn, Maria Lucia, út, hóast hon varð mett sum ein av favorittunum í kappingini.

 

Sjálvur segði Allan – eins og seinast – at hann hevði nervar, og at tað tí gekst honum illa á gólvinum, men hesum hava dómararnir ilt við at trúgva.

 

- Nervarnir eru minstu trupulleikin hjá honum. Stóri trupulleikin er, at hann dugir ikki at dansa. Eg noyðist at vera erlig, og hann veit eisini sjálvur, at hann dugir ikki at dansa, og tað er helst tí, at hann fær nervar, sigur Britt Bendixen, sum er ein av dómarunum, við Jyllands Posten.

 

Og hon fær stuðul frá Anne Laxholm, sum eisini er dómari í undirhaldssendingini hjá TV2.

 

- Heilsa hyggjarunum og sig teimum, at tey gera Allani eina bjarnatænastu við at atkvøðu fyri honum. Tað verður jú eisini pínligt hjá honum, eru greiðu boðini frá Laxholm.