Meðan politikarar í Føroyum ikki vilja stuðla privatum miðlum – men hinvegin eggja Kringvarpi Føroya at undirbjóða privatu miðlunum á lýsingarmarknaðinum, so er støðan øðrvísi í Danmark. Har kann almenna kringvarpið als ikki selja lýsingar.
Har er breið politisk semja um, at ein almennur stovnur, sum Danmarks Radio, sum er fíggjaður við kringvarpsgjaldi, eins og Kringvarp Føroya, ikki kann selja lýsingar. Men fyri at tryggja fjølbroytni í miðlalandslagnum, so stuðlar tað almenna hinar miðlarnar fíggjarliga. Parturin til bløðini í Danmark er 370 milliónir krónur um árið. Umroknað til føroysk viðurskifti svarar tað til, at landið stuðlar bløðunum við umleið fýra milliónum krónum.
Men í Føroyum hava politikararnir valt, at í staðin fyri at stuðla bløðunum fíggjarliga, so verður almenna kringvarpið, sum longu er alment fíggjað, eisini stuðlað við, at Kringvarpið sleppur at selja lýsingar, sum annars kundu verið í privatu miðlunum. Mentamálaráðið og Kringvarp Føroya hava gjørt ein sáttmála um, at alment fíggjaða kringvarpið skal selja lýsingar fyri 10 milliónir krónur um árið.
Løgtingið feldi herfyri uppskot frá Gunvør Balle og Rigmor Dam, løgtingskvinnum, sum millum annað hevði við sær, at Kringvarpið ikki skuldi sleppa at selja lýsingar. Men landsstýrissamgongan er ímóti hesum uppskoti.
Miðlahúsið hevur fingið at vita, at landsstýrið ikki fer at broyta hesi viðurskifti. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, hevur arbeitt við einum uppskoti um at frítaka kringvarpsgjaldið fyri mvg samstundis sum rætturin at selja lýsingar verður tikin frá stovninum. Men hetta uppskot hevur Fólkaflokkurin havnað, og tí verður uppskotið als ikki borið í løgtingið.
Tí er eingin hjálp at heinta hjá privatu miðlunum, sum frameftir eisini mugu kappast við alment fíggjaða Kringvarp Føroya um lýsingarpengarnar, sum eru grundarlagið undir framhaldandi rakstri.
Fyri eini fjøruti árum síðani samtykti løgtingið pengar til »politiska upplýsing«, sum var til bløðini, ið flokkarnir á tingi tá áttu. Eingin flokkur eigur longur nakað blað, og stuðulin fer tí í staðin til politisku flokkarnar á tingi. Privatu miðlarnir í Føroyum fáa ikki eina einastu krónu í almennum stuðuli.