Í túninum í Nólsoy í kvøld møttu vit hjúnunum, Henning og Susanne, sum eru komin til Nólsoyar at ferðast hjá nólsoyingi, sum búði í Grønlandi í mong ár Í Nólsoy er gott veður í kvøld, nógvir bátar eru komnir til bygdar, og Ritan og Ternan sigla í pendulfarti um fjørðin, samstundis sum fleiri bátar liggja við Bursatanga, sum bjóða sær at flyta fólk um fjørðin.
Í kvøld møttu vit donsku hjúnunum, Henning og Susanne, sum fyri fyrstu ferð eru í Føroyum og vitja. Tey vitja nólsoyingin, George Kjærbo, sum í mong ár búði og virkaði í Grønlandi.
Famijurnar komu at kennast í Umanak í Grønlandi, har Henning arbeiddi sum málarameistari og Susanne sum sjúkrasystir.
Nú Henning er pensjóneraður, eru tey flutt aftur til Fåborg í Danmark at búgva.
Donsku hjúnini eru hugtikin av føroyska landslagnum og blíðskapinum hjá føroyingum.
- Nú ovastevna er í Nólsoy, eru vit spent eftir at síggja og uppliva, hvussu føroyingar hugna sær á eini slíkari stevnu í einum lítlum bygdarsamfelag.
George Kjærbo sigur, at hann og konan komu at kenna danska parið, meðan tey búði í Umanak.
- Hetta er so fyrstu ferð, at tey eru í Føroyum, og hetta er samstundis fyrstu ferð, tey eru á ovastevnu, leggur hann aftrat.
Tað eru nú nøkur ár síðan, at Georg Kjærbo, sum sleit sínar barnaskógvar í Nólsoy, saman við konu síni flutti heimaftur í barnaheimið í Nólsoy at búgva.