Eftir Agga Niclasen
& Siggu Vang
(t-post:svan_saraj@yahoo.co.uk)
Hin 21. novembur 1999 vóru fýra ár liðin, síðani kríggið í Bosnia i (i=og) Herzegovina formliga endaði. Tó at bosniskur nýtjóðskaparromantiskur tónleikur sum eitt nú ?Koliko ljubavi?? (?Hvussu nógvur kærleiki?? eftir Mostarsprundinum, Amra) er í fagrasta blóma?og ábendingarevni fyri tann til tíðir í so uppgjørda tjóðskaparfagnaðin ? er enn nógv treytað av altjóða hjáveru.
Dayton-avtalan, sum steðgaði tí versta samanbrestinum í Evropu síðani Annan Veraldarbardaga og um somu tíð virkar sum stýrisskipanarlóg landsins, varð undirskrivað í Sambandsríkinum Amerika 21. novembur 1995 á Wright-Patterson flogstøðini í Ohio; og hervið er táverandi støðan í fyrrverandi Jugoslavia lýst í besta politiska siðsemi, tá ið orðið ?kríggj? er ?tví vorði tær?, og nýtir altjóða samfelagið av somu orsøk tilvísingar sum ?kreppa?, ?ósemja? og ?samanbrestur?, eins og í Kosovo?tú skuldi jú treyðugt sára nakran.
Avtalan endaði eitt kríggj, har fleiri enn 200.000 menniskju vórðu tikin av døgum, við at luta Bosnia i Herzegovina sundur í tvær eindir.
Ta muslimskt-kroatisku sambandseindina, vanligani nevnd ?Føderatiónin BiH?, og bosniskt-serbiska, ?Republika Srpska?, hvørs parlament liggja í ávikavist høvuðsstaðnum Sarajevo (har landsins formansskapur og ráðharrastovan fyri uttanríkismál umboðandi Føderatiónina BiH og Republika Srpska og (tískil) landið, Bosnia i Herzegovina, hevur sæti) og Banja Luka, sum fyri kríggið var merkt av muslimskari búseting. Men líka so umráðandi lutur í avtaluni var at góðtaka Bosnia i Herzegovina (BiH) sum fullveldi og ikki bert landspartur í fyrrverandi Jugoslavia.
Sendimenn umboðandi vesturheimin søgdu, at útlitini fyri friði vóru tolulig, um tú ikki víkur frá á sinni veittum lyfti um at hjálpa við endurbyggingini av Bosnia i Herzegovina; men legði herðslu á, at altjóða samfelagið ikki verður verandi í landinum altíð.
Orðloysi um ákæru
Altjóða samfelagið og bosniska fólkið arbeiða fram ímóti at bøta um lendisløstir og moralsku mein, kríggið hevur elvt. Men títtum og tíanverri ov sjáldan í felag og er tí váði fyri, at altjóða samfelagið setir út reglugerðir og stevnumið, sum als ikki endurspegla landsins mentan. Tílíkur ?ikki vilja kennast við?-politikkur, har tú tilætlandi lítilsvirðar tey ?lokalu?, sum tú í altjóða høpi vanvirðandi tekur til í umrøðu av landsins íbúgvum, við millum annað ikki at innlima tey (bosniarar) í avgerðargongdina, vil, sambært bosniarum, og tað veri seg bosniskum muslimum (bosniakkar), bosniskum kroatum og bosniskum serbum, í einum ?worst and best case scenario? enda við ruðuleika og tí, sum verri er, um 2-3 ár ella 5-6 ár, frá tí løtu, at altjóða samfelagið takkar fyri seg og ferðast í ein landsynning.
Millum hesi eisini tey, ið einans tráa eftir at elta sorgarleikin og um vikuskiftið drekka øl og skála fyri sorgini á írsku ølstovuni, The Harp, norðanfyri Sarajevo og námindis Ko_evo Stadion, har bóltglaðir føroyingar vóru hjartkiptir og sýndu stríðsanda mestsum í einum.
Um sovorðna politiska og tístaðni mentanarliga fremmandgering veit bosniarin hvørki út ella inn, tá ið hann frammanundan hevur fingið tað borið upp í hendurnar. Serstakliga, tá ið hin ovasta bosniska leiðslan standandi av líka nógvum umboðum úr hvørjum fólkaslagi og á næstan líka nógvum økjum er spillufongd og hevur úr at gera við at lyfta 5 kilo hondvektir 55 ferðir og gána at ?aerobic-íðkandi? kvinnum. Leiðslan leggur nevniligani tessámillum doyin á atskilnaðarpolitikk og etniskan hatur og ynskir, at skyldirnar og lyftini frá Dayton-avtaluni so við og við smokka saman.
Herfyri var dømi um slíka atferð við líkasælu sum stavnarmanni. Alrafeskasta politiska ítakið (undan parlamentsvalinum í ár 2000) er nógv umrødda ?skaðabøtulógin?, ið ber við sær, at arbeiðsgevarar skula rinda eina ávísa upphædd til allar teir arbeiðarar, sum mistu arbeiðið orsaka av krígnum. Eitt tiltak sum hetta vil sambært skynsemi og handilsmonnum í Sarajevo ?alt annað líka? veitleggja bosniskt vinnulív fyri altjóða íløgukapital og einhvønn hissini ígongdsetarapolitikk. Men hví samtykkja?tora at samtykkja?tílíka ørvitislóg? Tí ovasta bosniska leiðslan er vælvitandi um, at altjóða samfelagið í evstuneyð og við UNHCR á odda vil seta ?skaðabøtulógina? úr gildi ella spýta pening í hetta. Leiðslan vil tí smart sleppa undan ákæru um orðloysi!!!
Amerikukeks
Kríggj er verð tess víðgongdu. Menniskjað fremur tær mest margháttligu (ill)-gerðirnar.
Onkuntíð við tí í hyggju at yvirliva, sum tá ið vinkona, Fatima Nikontovic, búsitandi í Sarajevo undir krígnum, ímillum ta nýlendu ?humaniteru ?hjálpina?? fann amerikanskar keks frá 1965 og át av neyð. Hon sigur frá, at handlarnir vóru stongdir. Sarajevo var lokaður býur. Eingin matur umframt humaniteran og svartan mat; og tíðum forðaðu serbarnir ST-veitta hjálp. Men sarajevobúgvar tveittu ikki frá sær, hóast tey vóru bæði svong og køld.
Men somuleiðis og syndarligani sjúkt við tí eittans endamáli: at knasa og sorla í oyðingarinnar navni; og kríggið í Bosnia i Herzegovina og kringsetanin av olympiska býnum gevur alt ov nógv dømi um hetta.
Í Sarajevo eru enn nógvar toftir, skot- og granathol á vegnum, summi fríðkandi fylt við reyðlitaðari tjøru og fagurt nevnd ?ruza? (rósa), meðan aðrar ?rósur? samla skitið drekkivatn til villar hundar; og minningarskjøldur vegna tey 25 000 sivilu, ið millum annað vórðu dripin av serbiskum loynisskjúttum.
Fleirtrúasamfelagið Sarajevo liggur lúkst í einum dali, og hevur tí verið eitt ovurlætt skoðsmál hjá brotsmannaliðum, sum yvirnátt gjørdist kunnug við orðið ?týning? frá babba og lærumeistara heima í Pale og Beograd fyri síðani hava ynskt at gjørt seg inn á býin og hasar snedigu muhamedsmenn, sum altíð ganga frammanfyri teirra andlitsleysu kvinnur. Hesin framferðarháttur er tó í tráð við teirra trúnaðarligu siðvenju, og aðramáta eru tær sprundisligu muslimsku kvinnurnar klæddar í vøkrum búna og silkiturriklæði.
Sirkus Pavarotti
Undir krígnum uppkolaðist Landsbókasavnið í Sarajevo. Hitt stóra muslimska og bosniska bók- og nótasavnið við skrivaðum tilfari frá trettandu øld varð oyðilagt av napalmgranatum. Bókasavnið stóð í ljósum loga og brenndi allan dagin?tað var ógjørligt at basa eldin.
Italienski operasangarin og persona grata hjá flest øllum sangnjótarum, Luciano Pavarotti, kom fyri sløkum tveimum árum síðani til bókasavnið í Sarajevo at uppafturkykna eldin... hann sang fyri sær sjálvum og kláraði at skuffa mangan operaunnara.
?Líkist eg eini fívili?? spyr myndatakari og uttan at himprast, ein kaffibrellandi kunda nýkomin í ljósmyndahandilin, Photo O, og vónargóður um annað enn vanliga myndaavgreiðslu, ímeðan onnur njóta ikki-algongda kundatænastu og samkomulag.
Sum hann traðkar inni í hølinum við einum lætt samankronglaðum pakka Marlboro Light við hond, argast hin altíð høviski og snotusligani erpni handilseigarin inn á nasvíst bláoygda viðskiftafólkið aftaná fyrispurning um eitthvørt leskiligt at sløkkja tostan við. Aftaná at hava mussað ímóti, biður orðkringi ljósmyndahandlarin kundan fara út fyri dyr, peikar at kliniskt skreytbúnaða eyðkennismerkinum og heitir á viðkomandi um at fáa fram í ljósmála, júst hvat er at síggja og lesa. ?Photo O?photo lab,? svarar snurruti kundin við snarligum seinnameiri svari: ?Ja, og ikki ?sirkus?, so far yvir um ánna eftir kaffi!? Handilseigarin er ikki bangin fyri at missa viðskiftafólkið: ?Gonguvitið kemur aftur í morgin uttan fáfongda umbøn, tí eg eri tann besti, havi virðing fyri mínum arbeiði og av somu orsøk eina upp- og afturlatingartíð frá kl. 9 - 19?, heldur hann fyri á norskum. Hann fór til Noregs í 1994 og arbeiddi sum free-lance myndatakari, inntil hann fyri kortum flutti aftur til Sarajevo at opna ljósmyndahandil.
Úrveljandi og einfalt
Sjálvur hevði sinniligi maðurin við myndatólinum ravmagn í síni íbúð, har hansara kæru somuleiðis livdu, og atgongd til hvítt-, reyðvín og ?grátandi rúsløgin?, _tock, sum ein av teim heilt fáu í kringsetta Sarajevo. Umframt áðurnevnda vóru sigarettir, tos, útvarpslurtið við einarætti til státsútvarpið Radio Bosna og veitslur, sum ongantíð hava verið betur enn undir krígnum, einasta, men samstundis hitt mest vælumtókta ítrivið millum sarajevobúgvar.
Kríggj klárar at rekja upp og umframt teg og tíni, ið eftir eru, yvirliva 3-4 grundleggjandi virði. Linsa og brillur verða grýtt í Mljikaraánna, tí um sorgarleik og tvungna raðfesting eru tíni eygu batnaði. Tú ert kanska vorðin váttaður og styrktur í tínari fullvissu og noktar tínari persónmensku at kenna táputryggjaðar ófantaligar verur uttan so, at hesar verða tillutaðar leiklutir hjá tí selektivu verð at brúka og hála í líkt einum dukkuleikhúsi, men heldur leggja alla orku í góð og spennandi fólk við reinlyndi.
Í kurteisligu Evropu vilt tú sora granarnar á einum, sum leggur teg undir at vera ?simplan?. Tí í einum landaøki merkt av siðmenning og tessvegna alskyns valmøguleikum og óreingiliga kravinum um ?einstaklingin og egin eyðkenni?, toyggir tú teg fyri at gerast so ?kompliseraður? sum gjørligt. Við heftimerkinum ?fløkjasligur?, ert tú alrahelst eisini vitugur.
Sjálvi vita undirritaðu at siga, at heima í Føroyum vinna ungir menn ?M. A. Jacobsens? fyri ?sermerktan? skaldskap og aðramáta alment og innantómt atkomandi lummaheimspeki. Ørkymlaður ungdómur er gerandisligt hattrick eins og føroysk fløguútgáva er vorðin vanligari enn hissini beinkrímtilburður í Bosnia. Orðini ?serstakur? og ?einstaklingur? kunna ikki javnsetast.
Spakur og javnsintur hevur fyrrverandi oslobúgvin og myndatakarin um nógvar seinnapartar og kvøld og litrar av kroatiska reyðvíninum, Postup, sagt frá grundvirði og tokka. Hóast Sarajevo rúmar rámandi vakran og droymandi ungdóm, má forelskilsið ongantíð gerast eitt krav, men einamest ynski. Eitt ynski, ið enn ikki er gingið út hjá norskttosandi bosnia-kroatanum. Inntil ta tíð vil hann fremja hitt einfalda, reinleika og stílføri og vinna sær fiitt av peningi, tá ið skatturin er áljóðandi slakar 800,- dkr um árið (ásett gjald). At forða fyri at ganga í og endurtaka seg sjálvan sum ein ófantaligur Palleba, ið ikki einans kemur undan kavi í Sarajevo í kjalarvørrinum av herviligum óndskapi, men eisini livir feitt og fregið í Noregi og londum, norðmenn vanliga bera seg saman við.
?Fyri meg er alt eitt litaborð, og tá ið eg varnist nýggjar síður av lívinum, gerst hetta partur av tí litaborði, sum eg velji frá?, endurtekur besti ljósmyndahandlarin í olympiska býnum títtum, men tilætlandi.
Kaffi og ?chan son?
Turkiskt-Eysturríkska heimsveldisstevnan náddi til Balkan og setti síni spor í eitt nú Bosnia í Herzegovina. Líka frá trúgv muslima, byggilist og til gerandis mentanarlutir sum turkiskt kaffi. Tað, at drekka kaffi, er høgt í metum í landinum. Farið verður á kaffihús fyri arbeiðstíð, í arbeiðstíð og aftaná arbeiðstíð. Á kvøldi verður farið undir at mala kaffibønir á kvørn. Gasslogin dagast, ?dukkukopparnir? berast inn á borðið, deyðakvirra og eyguni døggast. Korterið seinni og aftaná slíkt ?chan son?-upplivilsi spákar familjan oman á ávikavist høvuðs- og gongugøtuna, Mar_ala Tita og Ferhadija.
Meinaleysur kvøldtúrur í einsamøllum ófriði við støðugt framviðfarandi uppgerðskendum, næstan óhugnaligum, men tó fløvandi andlitum, hvørs huglag Serge Ginsberg og Jaques Brel ikki finna í stundini á brúgvarsteinum í París og Am-sterdam.
Heimafturkomin leitar tú fram frekvensin hjá Virgin Radio úr London, men beinir fyri útvarpslurtinum í tí løtu, lýsingin um álit vegna peningastovn hevur malt í klingur ta einu ferðina ov nógv: ?Liar, liar, your pants are on fire?.