Doyr um hon greiðir sær

Tað er ikki lætt at vera 13 ára gamla Megan Stewart, Hon hevur nevniliga sera sjálsomu sjúkuna Hair Brushing Syndrome.
Tað eru trý ár síðani, at gentan fekk staðfest ógvuliga undarligu sjúkuna.
Eg greiddi henni, tá hon knappliga small um, og varrarnar gjørdust bláar. Eg helt, at hon fekk ein dánilsi, nakað, sum hon tó ongantíð hevur havt áður, so vit ringdu eftir sjúkrabilinum. Tað var ógvuliga ræðandi, sigur mamma hennara, Sharon Stewart við Daily Mirror.
Tey búgva í lítla býnum Wishaw í Lanarkshire eystanfyri Edinburgh.
Foreldrini, Sharon og Ian, fingu ein skelk, tá hendan undarliga sjúkan varð staðfest og tað merkir, at hon ikki má verða fyri statiskum elektrisiteti, og kann heldur ikki ganga í klæðum av polyester.
Læknarnir halda seg hava funnið fram til, hví hon hevur hesa sjúkuna. Teir halda, hon hevur havt sjúkuna alt lívið, og at hon stendst av trupulleikum, tá hon varð fødd.
Megan vigaði bert 1.000 gramm, tá hon kom til verðiona og hevði diafragmabrokk, sum skumpaði magan upp í bróstkassan so bert annað av lungunum vaks.
Og tað skal so vera orsøkin til, at hon ikki má greiðast í dag, skrivar Daily Mirror.