Dreingjamanningin á Bliki vann liðkappingina

Í einari spennandi liðkapping í inniróðri, fór dreingjamanningin umborð á Bliki avstað við FM-heitinum.

Liðkappingin í inniróðri er tann kappingin, sum flestu rógvarar gleða seg til. Hon er intens, hon er hørð og ikki minst spennandi. Í ár fór dreingjamanningin umborð á Bliki avstað við FM-heitinum í liðkappingini í inniróðri. 

 

Blikur úr Argja Róðrarfelag vann sannførandi við tíðini 9.07.8, Hoyvíkingur gjørdist nummar tvey við tíðini 9.19.4, og Havnar Róðrarfelag/Vágs Kappróðrarfelag gjørdist nummar trý við tíðini 9.23.5.

 

Havast skal í huga, at ungu dreingirnir umborð á Bliki hava róð eitt fitt petti, áðrenn næsti báturin er farin avstað. Liðkappingin í inniróðri er nevniliga skipað soleiðis, at vekt og aldur er avgerðandi fyri, nær manningin byrjar - ein sokallaður »jagtstartur«. Hetta er fyri at skapa spenning í kappingini, eins og ungir dreingir skulu hava møguleikan at kappast á jøvnum fóti við eldri og royndum rógvarum.