Kina er eitt nokkso fasinerandi land. Henda elligamla mentanin, ið tó er so framkomin á summum økjum, men enn tykist at virða søguna og arvin frá gamlari tíð. Hetta landið er so afturlatið, og fólkið hevur verið kúgað í so nógv ár, av einum stýri, ið misbrúkar eina vakra hugsjón til at halda fast í valdinum.
Eg vil fegin vitja Kina, ferðast kring landið og uppliva mentanina. Eg vil smakka matin í sínum natúrliga umhvørvið. Maturin í fjareystri er sera spennandi og fellur væl í mín smakk.
Eg vil vitja Himmalska Friðartorgið og senda teimum nógvu, ið lótu lív har, ein tanka ella kanska eina bøn, um tað sømir seg.
Eg vil ganga á kinverska múrinum og uppliva hetta stórsligna verk, sum er gjørt av mannahondum og sæst úr rúmdini. Kina liggur høgt á mínum lista yvir dreymaferðir.
10 Dreymaferðir
Niels Uni Dam er 33 ár og blaðmaður á Sosialinum. Honum dámar væl at ferðast. Hann hevur ferðast rættiliga fitt í lívi sínum, mest kring Evropa men eisini meira fjarskotin støð sum