Dreymurin hjá Rógva er at spæla í Onglandi

Fótbóltur: Men Rógvi Jacobsen, sum í ár hevur verið ein av stuðulsspælarunum hjá KÍ, ásannar, at tað er langt frá dreymi og til veruleika

Hann er tjúgu ára gamal, og hann hevur spælt fótbólt, síðani hann var sjey ára gamal. Fótbóltsevnini hava altíð verið eyðsýnd, og hann hevur í ungdómsdeildunum altíð verið á besta liðnum hjá KÍ. Men undan leygardegnum hevði hann ongantíð vunnið eitt FM heiti.

? Vit hava altíð verið millum tey fremstu liðini, men tað eydnaðist okkum ongantíð at vinna FM, sjálvt um vit onkra ferðina vóru tætt við. At tað nú eydnaðist er fínt.

Tað er Rógvi Jacobsen, sum vit tosa við. Longu í 1996, tá hann var fyrsta árs unglingi, tók Jóannes Jakobsen hann upp á 1. lið, har hevur hann ment seg, og í ár hevur hann spælt í øllum átjan dystunum. Rógvi Jacobsen hevur verið millum stuðlarnar á liðnum, og eins og í fjør, so hevur hann eisini í ár skorað tíggju mál.

? Í fjør vóru tey flestu skorað við høvdinum, meðan eg havi sparkað teir flestu av teimum tíggju bóltunum í málið í ár. Tá Kurt Mørkøre fór av landinum, varð eg fluttur í álopið, og tað er serliga síðani tá, at eg havi skorað málini.


Dreymur og veruleiki

Rógvi Jacobsen hevur góðan bóltførleika, hann hevur góða fatan av spælinum, hann sparkar væl við báðum beinum, hann dugir væl at brúka høvdið og hann er kropsliga sterkur.

? Eg eri ov seinur, og tað royni eg at arbeiða við. Eg dylji ikki, at dreymurin er at gera fótbóltin til livibreyð, og um tað skal eydnast, so skal nógv gerast við venjingina. Enn eri eg ungur, og eg fari ivaleyst at spæla við KÍ komandi ár, men skuldi eg sjálvur valt, hvar fótbóltsframtíðin hjá mær lá, so hevði eg ynskt at komið til Onglands at spælt.

Men hevur tú nakrar møguleikar fyri tí?

? Tað snýr seg bæði um at vera dugnaligur og at vera heppin. Nú fara vit til Kekkia við landsliðnum, og eg veit, at tað millum áskoðararnar vera sovornir, sum keypa og selja spælarar. Um man fær møguleikan, so ræður um at sláa til og harvið gera vart við seg sjálvan.

Tá landsdysturin er av, fara Rógvi Jacobsen og Heðin á Lakjuni til Danmarkar at venja við Svendborg:

? Har skulu vit bara spæla fótbólt, og tað er eitt sindur øðrvísi, enn tað er nú. Í morgun møtti eg til arbeiðis klokkan eitt korter til átta, og tá tú arbeiðir allan dagin, so sigur tað seg sjálvt, at fyritreytirnar í fótbóltinum verða øðrvísi, enn tær eru hjá teimum, sum ikki hava annað arbeiðið enn fótbóltin at hugsa um.

Rógvi Jacobsen roknar ikki við, at fótbólturin í Svendborg er á serliga hægri støði, enn hann er í KÍ, men har eru onkrir umboðsmenn, sum hava sambond við aðrar, ið handla við fótbóltsspælarum. Jákup í Stórustovu hevur skipað fyri, at m.a. teir báðir klaksvíkingarnir seinni í heyst fáa høvi at venja við onkrum stórum felagi í Europa, og so vónar nýklækti føroyameistarin, at hann verður heppin:

? Tað ræður um at halda bæði beinini á jørðini og stríðast fyri søkini. So fáa vit at síggja, hvussu langt tað fer at bera, men ? sum eg segði ? so rokni eg við at spæla við KÍ í ár 2000. Um dreymurin fer at gerast veruleiki, so verður tað fínt, men so skal eg vera heppin.