Sambært Kringvarpinum hevur grunnurin játtað 4.283.921 krónur til verkætlanina. Av hesum eru 4 milliónir krónur ætlaðar til sjálva byggingina, meðan 283.921 krónur fara til nýggja frítíðarútgerð.
Drivið verður bygt sunnan fyri byrgingina í Hvannasundi og skal verða ein felags karmur um ítrótt, mentan og ymisk frítíðarvirksemi.
Í húsinum verða millum annað umstøður til rógving, motorumvæling, kajak, stand-up paddle og havsvimjing. Eisini skulu sjálvskipaðir bólkar, sum til dømis dypparar, súkklarar, klintrarar og gongufólk, fáa góðar umstøður.
Verkætlanin er mett at kosta 18,7 milliónir krónur. Við stuðlinum úr Nordea-grunninum er nærum full fígging fingin til vega.
Áður hevur LOA-grunnurin játtað 6,2 milliónir krónur, og Hvannasunds kommuna hevur játtað 4,6 milliónir krónur.
Tað eru Norðdepils- og Hvannasunds Róðrarfelag og Norðoya Motorsavn, sum hava tikið stig til verkætlanina.
##med2##
##med3##
##med4##














