Beint eftir klokkan tvey í nátt fekk løgreglan fráboðan um, at eldur var í einum neysti á Langanesi á Strondum. Neysti brann í grund.
Løgreglan hevur í morgun sent brunaserfrøðing at kanna eldsbrunan, fyri at vita, um eldurin kann vera ásettur, ella um talan er um aðra orsøk til eldin.
Tað er ikki beinleiðis tí, at illgruni er um, at eldurin er ásettur, men tað er fyri at finna orsøkina, og um hann møguliga er ásettur.










