Hann gevur ilt av sær í sambandi við planleggingina av siglingini hjá Smyrli í sambandi við jóansøkuna, sum í ár er í Vági.
– Tað virkar sum um man bevíst vil fáa fólkið úr bygdini so skjótt sum gjørligt eftir kappróðurin, sigur hann.
– Hvat ólukkan feilar tykkum. Hví kann Smyril ikki sigla av Vági leygarkvøldið á jóansøku annað hvørt ár? Tað virkar næstan sum, at man vil spolera jóansøkuna við vilja, skrivar Erhard Joensen í einum glepsi móti Strandferðsluni á Facebook.
–Ja, hetta eru kanska hørð orð, men eg eri forbitraður inná tykkum. Dumpikarakter fáa tit, skrivar løgtingsmaðurin.











