Dudek hóttir við verkfalli

Polski málverjin hjá Liverpool, Jerzy Dudek er í øðini inn á venjaran Rafael Benitez og hóttir sambært soccernet.com við verkfalli, um hann ikki verður seldur. Stóra hetjan í Champions League sigrinum hjá Liverpool, hevur mist plássið millum stengurnar til Jose Reina og plássið á beinkinum til Scott Carson, ið báðir komu til Liverpool í fjør.

Tí hevur Dudek biðið um at verða seldur. Men nú metir hann prísin vera ov høgan, ja beinleiðis absurdan. Liverpool krevur 30 mio. kr. fyri málverjan, ið er 33 ára gamal. Hetta er so høgur prísur, at Dudek ikki væntar at verða seldur í januar. Hetta kann gera møguleikarnar hjá pollakkinum at sleppa við til HM smáar. Tí sigur hann nú, at hann ikki spælir ein dyst fyri Benitez aftur. Hann sigur við Daily Sun, at hetta bara er tað seinasta tvætli, sum Benitez hevur funnið uppá.