Duopol í føroyskari telving

Klaksvíkar Talvfelag hevur vunnið FM-heitið 2010.  F.v.: Heini Olsen, Finnbjørn Vang, Eyðun Nolsøe, Terji Petersen og Esben Lund. Hetta er seinasti FM-sigurin hjá klaksvíkingum. Síðani 2010 hava bara tvey feløg vunnið FM - Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag.

Í morgin leygardagin verða dystirnir í tíggjunda og seinasta umfari í landskappingini í talvi spældir.

 

Sandavágs Talvfelag stendur til at vinna FM-heitið, sum Havnar Telvingarfelag hevur vunnið seinastu tvey árini.

 

Føroyingar hava so smátt vant seg við, at hesi bæði feløgini skiftast um at vinna føroyameistaraheitið. Hetta hevur verið lagið nú í fimtan ár. Vit skulu aftur til 2010 at finna annan føroyameistara. Tá vann Klaksvíkar Talvfelag sítt áttanda FM-heiti í 1. deild - og sítt higartil seinasta meistaraheiti.

 

Árið eftir vann Sandavágs Talvfelag sítt fyrsta FM-heiti. Vágamenn hava hesi fimtan árini síðani vunnið ikki færri enn átta FM-heiti. Havnar Telvingarfelag hevur vunnið sjey ferðir. Alt bendir á, at Sandavágur fer at vinna í ár - gera teir tað, hava teir yvirhálað Klaksvíkar Talvfelag við einum FM-heiti, og er tá felagið við næstflestum FM-sigrum.

 

Ivaleyst hevði tað verið gagnligt fyri føroyska telving, at onnur feløg spentu seg út og tóku kappingina upp við vágamenn og havnarmenn. Klaksvikar Talvfelag er framvegis besta boðið, men líkt er til, at har restar eitt sindur í aftrat.

 

Vit hava fyrr sæð Vestmanna Talvfelag og Kollafjarðar Talvfelag vinna við styrktum manningum. Vestmenningar høvdu umframt John Rødgaard eisini telvarar sum Torbjørn Thomsen, Martin Brekká og Carl Eli Samuelsen í sínum parti. Tá var lagamanni at vinna. Sama var, tá ið kollfirðingar seint í 90-unum styrktu seg við góðum norðurlendskum telvarum, bæði Tiger Hillarp-Persson, ið virkaði sum leikandi venjari eitt skifti, og Steffen Pedersen.

 

Seinnu árini hevur ikki sami eldhugi geisað í føroysku talvfeløgunum. 

 

Felagsumfar á Giljanesi

 

Allir dystir í øllum deildum í seinasta umfari í morgin verða telvaðir í skúlanum á Giljanesi. Byrjað verður klokkan 12.30.

 

Í 1. deild er líkt til, at Sandavágs Talvfelag fer at vinna. Havnar Telvingarfelag hevur ein møguleika enn, men tá skulu teir vinna ikki minni enn 3½-½ á vágamonnum í innanhýsis dystinum í morgin. 

 

Ein ávísur spenningur er í botnstríðnum. Dysturin millum B-liðini hjá Sandavági og Klaksvík kann fara at gerast heilt avgerandi, men B-liðið hjá Havnini er ikki heilt tryggjað heldur.

 

Støðan í 1. deild

 

Sandavágur 27 stig

 

Havnin 24½

 

Klaksvík 16½

 

Havnin (B) 15

 

Klaksvík (B) 13

 

Sandavágur (B) 12

 

Dystirnir í seinasta umfari í 1. deild eru hesir:

 

1. deild (10 umf - 14 mars)

 

Sandavágur (A) - Havnin (A)

 

Klaksvík (A) - Havnin (B)

 

Sandavágur (B) - Klaksvík (B)

 

 

 

Kollafjørður ella Toftir?

 

Stórur spenningur er um hvat av oddaliðunum í 2. deild flytur upp í 1. deild komandi ár.

 

Her stendur á jøvnum millum Kollafjørð og Toftir. Tað fær ikki verið nógv meira spennandi.

 

Støðan í 2. deild

 

Toftir 22 stig

 

Kollafjørður 22

 

Klaksvík 20

 

Havnin (B) 16½

 

Havnin (A) 15½

 

Rókur 12 

 

Dystirnir í seinasta umfari í 2. deild verða hesir:

 

2. deild (10 umf - 14 mars)

 

Kollafjørður - Klaksvík

 

Havnin (A) - Toftir

 

Havnin (B) - Rókur

 

Vestmenningar á odda

 

Alt bendir á, at Vestmanna Talvfelag flytur upp í næstbestu deildina. Teir hava lutfalsliga so greiða leiðslu, at tað átti at gingið.

 

Støðan í 3. deild

 

Vestmanna 22½

 

Sandavágur 19½

 

Kollafjørður 19½

 

Kongshavn 18½

 

Gøta 17½

 

Klaksvík 10½

 

Dystirnir í seinasta umfari í 3. deild verða hesir:

 

 

 

3. deild (10 umf - 14 mars)

 

Sandavágur - Vestmanna

 

Kollafjørður - Gøta

 

Klaksvík - Kongshavn

 

 

 

Flyta suðuroyingar upp?

 

Ikki minni spenningur er í 4. deild. fer tað at eydnast nýggja felagnum í Suðuroy at flyta upp í 3. deild? 

 

Sum er stendur á jøvnum millum suðringar og havnarmenn.

 

Støðan í 4. deild

 

Suðuroy 10

 

Havnin (B) 10

 

Rókur 8½

 

Havnin (A) 7½

 

Sandavágur (A) 6½

 

Sandavágur (B)  5½

 

4. deild (5 umf - 14 mars)

 

Suðuroy - Sandavágur (A)

 

Rókur - Havnin (B)

 

Sandavágur (B) - Havnin (A)

 

Støðan í 5. deild

 

Strendur 12½

 

Rókur 6

 

Toftir 5½

 

Kollafjørður 4

 

Gøta 4 

 

5. deild (5 umf - 14 mars)

 

Rókur - Gøta

 

Kollafjørður - Toftir

 

 

 

Sjey føroyameistarar í 55 ár

 

Niðanfyri sæst hvørji feløg hava vunnið FM í talvi. 

 

Í alt sjey feløg hava verið best í 1. deild - fyrstu trettan árini kallaðist tað A-deildin.

 

 

 

FM-lið 1. deild (1971 - 2025)

 

1971 HT

 

1972 HT

 

1973 KT

 

1974 HT

 

1975 HT

 

1976 VT

 

1977 HT

 

1978 HT

 

1979 HT

 

1980 HT

 

1981 HT

 

1982 HT

 

1983 HT

 

1984 HT

 

1985 VT

 

1986 TFS

 

1987 TT

 

1988 KTF

 

1989 HT

 

1990 HT

 

1991 KTF

 

1992 VT

 

1993 KT

 

1994 KT

 

1995 HT

 

1996 KTF

 

1997 KTF

 

1998 KT

 

1999 KTF

 

2000 HT

 

2001 HT

 

2002 VT

 

2003 HT

 

2004 KTF

 

2005 HT

 

2006 VT

 

2007 KTF

 

2008 VT

 

2009 HT

 

2010 KTF

 

2011 ST

 

2012 HT

 

2013 ST

 

2014 ST

 

2015 ST

 

2016 ST

 

2017 HT

 

2018 HT

 

2019 ST

 

2020 HT

 

2021 ST

 

2022 HT

 

2023 ST

 

2024 HT

 

2025 HT

 

 

 

FM-sigrar í alt (1971-2025)

 

HT 27 (Havnar Telvingarfelag)

 

ST 8 (Sandavágs Talvfelag)

 

KTF 8 (Klaksvíkar Talvfelag)

 

VT 6 (Vestmanna Talvfelag)

 

KT 4 (Kollafjarðar Talvfelag)

 

TT 1 (Tofta Talvfelag)

 

TFS 1 (Talvfelagið Streymur)

 

Klaksvíkar Talvfelag hevur vunnið FM-heitið 2010.  F.v.: Heini Olsen, Finnbjørn Vang, Eyðun Nolsøe, Terji Petersen og Esben Lund. Hetta er seinasti FM-sigurin hjá klaksvíkingum. Síðani 2010 hava bara tvey feløg vunnið FM - Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag.