Ein fylgisveinamynd, sum er tikin 22. februar, vísir oynna Kharg, haðani meginparturin av oljuni í Iran verður útflutt. (Savnsmynd). - Mynd: -/Ritzau Scanpix

USA hevur framt álop á iransku oljuoynna Kharg

Trump kallar Kharg fyri krúngimstein hjá Iran og sigur, at tað hevur ikki eydnast teimum at leypa á oljuinfrakervið á oynni.

Ein fylgisveinamynd, sum er tikin 22. februar, vísir oynna Kharg, haðani meginparturin av oljuni í Iran verður útflutt. (Savnsmynd). - Mynd: -/Ritzau Scanpix

Høvuðsleiðslan hjá amerikanska herinum, Centcom, hevur í nátt oyðilagt øll hernaðarmál á iransku oynni Kharg.

 

Tað skrivar amerikanski forsetin, Donald Trump, á sínum egna sosiala miðli, Truth Social.

 

– Fyri stuttari tíð síðani framdi amerikanska miðleiðslan – eftir mínum boðum – eitt tað máttmiklasta bumbuálop í søguni hjá Miðeystri og oyðilegði fullkomiliga hvørt hernaðarligt mál á krúngimsteininum hjá Iran, Kharg Island.

 

– Eg havi valt ikki at oyðileggja oljuinfrakervið í oynni. Men um Iran ella onkur annar ger nakað, sum órógvar fría og trygga ferðsluna hjá skipum gjøgnum Hormuzsundið, so fari eg beinanvegin at umhugsa ta avgerðina av nýggjum, skrivar Trump.

 

Sambært The Guardian verða 90 prosent av iransku oljuni skipað til Kharg, sum liggur djúpt í Flógvanum nærhendis iranska meginlandinum.

 

Oyggin er til støddar sum á leið tvær ferðir Nólsoy. Sambært tíðindastovuni Reuters varð undirstøðukervið hjá Iran ment undir oljuútbyggingini hjá Iran í 1960- og 1970-árunum.

 

Fram við stórum parti av strondini var ov grunt til at oljutangaskip kundu fara ígjøgnum, og tí varð Kharg brúkt. Hon liggur umleið 30 kilometrar frá meginlandinum.

 

Hormuzsundið liggur millum Iran og Arabisku hálvoynna. Sundið er í roynd og veru stongt, tí skip kunnu ikki sigla trygt ígjøgnum tað, eftir at iranska kollveltingarverjan tók valdið á sjóøkinum.

 

Tá Trump mikunáttina varð spurdur av tíðindafólkum, um amerikanska sjóverjan fór at byrja at fylgja skipum gjøgnum sundið, segði hann, at "tað fer at henda skjótt". Tað skrivar Reuters.

 

Trump hevur fleiri ferðir lovað at fylgja skipum gjøgnum Hormuzsundið. Mett hevur verið, at umleið 20 prosent av allari heimsins olju- og gassveiting vanliga fara gjøgnum Hormuzsundið.

 

Herurin í Iran segði leygarkvøldið, at um USA loypur á olju- ella orkukervið í Iran, fer Iran at leypa á anlegg, sum hoyra til oljufeløg, sum samstarva við USA í økinum.

 

Tað skriva iranskir miðlar sambært Reuters.

 

 

 

/Ritzau/

 

 

 

 

 

Ein fylgisveinamynd, sum er tikin 22. februar, vísir oynna Kharg, haðani meginparturin av oljuni í Iran verður útflutt. (Savnsmynd). - Mynd: -/Ritzau Scanpix