Helena Dam á Neystabø
Javnaðarflokkurin
??????
Í orðaskiftinum um fólkatingsumboðan Føroya hava ymisk sjónarmið verið frammi. Eitt sera áhugavert sjónarmið, sum m.a. Kári á Rógvu, stjórnmálafrøðingur hevur ført fram er, at Føroyar høvdu fingið nógv størri nyttu av fólkatings-umboðunum, um tey vóru í Fólkatinginum burturav og ikki, sum nú, bæði í Løgtinginum og í Fólkatinginum. Hann heldur, at hetta at okkara fólkatingsumboð í nógv ár hava røkt Løgtingssessin fram um Fólkatingssessin, hevur gjørt, at nógvir týdningarmiklir menningarmøguleikar eru farnir fyri skeytið.
Føroya Løgting er evsta vald í Føroyum, og arbeiðið í Løgtinginum krevur eitt fólk fult og heilt. Men fólkatingssessurin krevur eisini eitt fólk fult og heilt, um hann verður tikin í álv-ara. Tí er henda dupultumboðanin skeiv. Soleiðis hugsa tey eisini aðra staðni. Í Danmark loyva flokkarnir t.d. ikki, at sami persónur umboðar flokkin í bæði fólkatinginum og í EU-parlamentinum. Um ein fólkatingslimur verður valdur í EU-parlamentið, leggur hann fólkatingssessin frá sær, soleiðis at hon ella hann kann leggja alla sína orku í EU-politikkin. Millum annað hevur tann í Føroyum gitni Poul Nyrup Rasmussen sagt fólkatingssessin frá sær, nú hann varð valdur í EU-parlamentið, og tað gjørdu eisini øll hini fólkatingsumboðini, sum vóru vald í EU-parlament-ið.
Eg ivist ikki í, at tað hevði verið ein fyrimunur fyri Føroyar, um so er, at okkara fólkatingsumboð vóru fólkatingsumboð burturav.
Um nøkur meining skal vera í hjá føroyingum at hava umboð í Fólkatingin-um, so eigur minsta kravið at vera, at føroyskt vinnulív, føroyskt mentunarlív, útbúgvingarskipan okkara, granskingin og ikki minst politiska skipan okkara fær nógv størri nyttu av hesari uttanlandsumboðan føroyinga enn í dag. Dupultum-boðan er bert hálv umboðan.