Veðurmenninir í Filipsoyggjunum høvdu ávarað um, at Durian kundi gerast ein tann ringasta ódnin, sum nakrantíð hevur rakt landið. Áðrenn ódnin bar við land seinnapartin í gjár, var vindferðin oman fyri 80 metrar um sekundið í hvirlunum, og myndugleikarnir tóku tí fleiri stig fyri at tálma avleiðingunum.
Hóast ódnin linkaði nakað, tá hon bar við land, hevur hon gjørt ovurhonds stóran skaða.
-Higartil hava vit fingið boð um, at minst 146 fólk eru deyð í skriðulopum í trimum økjum, og har verður leitað eftir 75 øðrum, sum ikki eru komin afturíaftur, segði ein talsmaður hjá Reyða Krossi fyrrapartin.
Ein talsmaður hjá myndugleikunum segði, at bjargingarlið hava funnið fleiri lík í býunum Dranga, Santa Domingo og Busay. Í Dranga var eitt skriðulop, sum legði fleiri hús undir, og bjargingarliðini stúra fyri, at fleiri hava latið lív har. Í Albay-landspartinum, sum er í landssynning úr Manila, verður eisini sagt frá skriðulopum.
Dueian gjørdi serliga um seg á leiðini við gosfjallið Maount Mayon. Guvernørurin har sigur, at støðan er sera ring. Enn hava bjargingarliðini bara leitað í tveimum bygdum, og har eru fleiri funnin deyð, men guvernørurin sigur, at støðan er ivaleyst tann sama í øðrum bygdum.
Fyri trimum mánaðum síðani doyðu næstan 200 fólk, tá ódnin Xangsanr herjaði tann norðara partin av Filipsoyggjunum.