Durita Brattaberg mentanarleiðari í Hamar

Tann ógvuliga væl umtókta Durita Brattaberg gevst sum operastjóri í Ringsaker, og verður í staðin leiðari av mentanarhúsinum í Hamar.

Tað skrivar ostlendingen.no.

Durita Brattaberg verður søgd at koma frá Brumunddal, men er sum kunnugt úr Vági.

Hon hevur fingið í boði starvið sum leiðari av mentanarhúsinum í Hamar, og hevur tikið av. Hon byrjar umleið 1. juni.

ostlendingen.no skrivar, at Durita Brattaberg er ógvuliga væl umtókt og aktiv sum operastjóri í Ringsaker, eitt starv hon hevur havt í seks ár. Undir hennara leiðslu er opera’in vaksin og hevur ment seg nógv, og bæði í umsetningi, aktiviteti og ansni er Ringsaker Opera’in vorðin størri.

- Tað er við blandaðum kenslum at eg gevist. Eg fari frá einum starvi við hópinum av góðum starvsfeløgum, og tað er helst tað, eg havi sett størstan prís upp á, sigur Durita Brattaberg.

Men hon gleðir seg eisini til nýggja starvið.

- Talan er um eitt ógvuliga spennandi starv. At byrja nú, hálvtannað ár áðrenn húsið letur upp, ber nógvar møguleikar við sær. At gerast partur av einum blómandi mentanarlívi í nýggja mentanarhúsinum er hugaligt. Nú havi eg møguleikan at verða við til at byggja ein mentanarstovn upp frá grundini, og tað gleði eg meg til, sigur Durita Brattaberg við ostlendingen.no.