Ólavur í Beiti
Í tíðindaskrivi frá Vinnuhúsinum verður greitt frá um eitt prosjekt, ið hevur koyrt í gott tvey ár og sum hevur lagt lunnar undir hesi skipanina. Skúlarnir, ið hava luttikið, eru Sjómansskúlin, Maskinmeistaraskúlin, Tekniski skúlin og Handilsskúlin, og Undirvísingar- og Mentamálastýri hevur skipað arbeiðið, við hjálp frá einum donskum ráðgeva. Í verkætlanarleiðsluni hava umboð fyri vinnuna og fakfeløg luttikið.
Komnir longst
Sjómansskúlin og Maskinmeistaraskúlin eru teir, ið eru komnir longst við at seta skipaða dygdarmenning í verk. Hesir skúlar hava krøv uttanífrá um at hava eina góðskuskipan, um føroysku útbúgvingarnar skulu verða góðkendar internationalt.
? Góðskustýring er langt síðani vorðin partur av gerandisdegnum í vinnuni í grannalondunum, og hugtakið er eisini við at vinna fram í føroysku vinnuni, skrivar Vinnuhúsið. Føroysku fiskavirkini hava arbeitt við góðskustýring/innaneftirliti í fleiri ár, men sum heild er okkara vinna aftanfyri grannalondini á hesum øki. Nú oljuvinnan stendur fyri durum, er góðskustýring eitt treytaleyst krav til komandi veitarar. Tí fegnast vit um, at skúlaverkið gongur undan á hesum økinum. Og sjálvt um verkætlanin hevur gingið heldur spakuliga, trúgva vit, at hon kann gera mun, verður sagt frá Vinnuhúsinum.