Dynamit á Summarfestival

Aftur í ár bjóðar Summarfestivalurin til konsert við Dynamit, sum seinastu árini hevur savnað fleiri túsund fólk á Vágsbøi í Klaksvík. Summarfestivalurin hevur í dag almannakunngjørt tvey nýggj nøvn, sum fara at framføra á ársins festivali.

 

Heini Lutzen, sum er fløguaktuellur við fløguni ?Sálmar? fer at framføra síni nýggjastu løg á Summarfestivalinum.

 

Dynamit, sum seinastu árini hevur savnað fleiri túsund fólk á Vágsbøi, skal aftur í ár undirhalda gestunum á Summarfestivalinum við slagarum sum ?Frensurin hjá Óla?, ?Pápi tín býr ei í Tórshavn? og ?Grøv Nr.13?.