Leiguflogfarið hjá hópinum hjá Lech Poznan fer úr Bergen klokkan 13.
Eydnast tað at lenda verður dysturin millum KÍ og Lech Poznan spældur á Tórsvølli í kvøld klokkan 20.45. Upprunaliga skuldi hann byrja klokkan 18.30.
Lendir leiguflogfarið ikki, so verður dysturin spældur fríggjakvøldið klokkan 19.
KÍ boðar frá hesum á heimasíðu felagsins.











