Avtalurnar við teir báðar komu í rætt lag í gjárkvøldið, og er tað ein fegin formaður sum úttalar seg á heimasíðuni hjá EB/Streymi. - Vit eru fegin um at hava longt sáttmálan við tveir so góðar og týdningarmiklar leikarar, sigur Rólant Højsted. Heimasíðan hjá EB/Streymi staðfestir síðani, at tað við hesum er greitt, at fremsti og aftasti maðurin á liðnum sostatt vera við komandi kappingarðár, tá liðið aftur skal royna seg í føroyskum og altjóða fótbólti.