Hagtøl
73 leikarar hava higartil umboðað Føroyar í altjóða fótbólti, síðan landið fekk FIFA viðurkenning í 1988. 31 teirra eru framvegis virknir í 1.deild, umframt nakrar, sum spæla á hægri støði uttanfyri landoddarnar.
Tað eru trý feløg í bestu deildini, sum eru best umboðað av núverandi og fyrrverandi landsliðsleikarum. Tey bæði liðini í høvuðstaðnum og so B68 hava seks mans hvør í hópunum hjá sær, sum antin eru ella høvdu verið á landsliðnum.
B68 má sigast at vera tað felagið, sum hevur flestar áltjóða royndir í Føroyum. Teir seks toftamenninir hava tilsamans spælt 113 ferðir á landsliðnum, meðan HB og B36 eru púra jøvn í so máta við 108 landsdystum hvør.
Kortini eigur HB tann royndasta føroyska landsliðsleikaran. Allan Mørkøre hevur spælt 53 ferðir fyri Føroyar. Besti føroyski landsliðsmálskjúttin spælir eisini við teimum reyð/svørtu. Uni Arge hevur nevnliga skotið sjey av teimum 45 málunum, sum føroyska A-landsliðið hevur fingið. 22 av teimum 31 landsliðsleikarunum í føroysku kappingini hava roynt at skotið mál á landsliðnum.
Samanumtikið hava øll liðini, við EB/Streymi sum einasta undantaki, ein ella fleiri leikarar í hópinum, sum hava umboðað Føroyar í altjóða fótbólti. Fryi summar er tó galdandi, at vit skulu leita nøkur ár aftur, fyri at finna seinasta A-landsdystin. Eitt nú hjá klaksvíkingunum, Allan Joensen og Harley Bertholdsen (1996), sandoyinginum, Kára Reynheim (1995), vágamanninum, Eyðfinni Davidsen (1995), ella vágbinginum, Bjarna Johansen (1997).
Talvan sýnir tal av landsliðsleikarum síðani 1988 eins og dystir og mál hjá hesum
B68 (6 leikarar, 113 landsdystir, 4 mál)
Øssur Hansen 1992/2001 44/2
Jan C. Dam 1990/2000 39/1
Hans Fróði Hansen 1998/2001) 17/1
Fróði Benjaminsen 1999/2001) 9/0
Súni Fríði Johannesen 1993/1995) 2/0
Jákup Eli Olsen 1992/1997) 2/0
HB (6 leikarar, 108 landsdystir, 8 mál)
Allan Mørkøre 1990/2001) - 53/1
Uni Arge 1992/2001 33/7
Rógvi Jacobsen 1999/2001 9/0
Jóhannis Joensen 1999/2001 9/0
Rúni Nolsøe 1993/1997 3/0
Andrew av Fløtum 2001 1/0
B36 (6 leikarar, 108 landsdystir, 5 mál)
Jens Kristian Hansen 1994/2000) - 37/2
John Petersen 1995/2001 31/3
Pól Thorsteinsson 1997/2001 21/0
Jákup á Borg 1998/2001 12/0
Heðin á Lakjuni 1999/2000 4/0
Arnbjørn Danielsen 1997 3/0
GÍ (5 leikarar, 86 landsdystir, 2 mál)
Henning Jarnskor 1994/2000 35/2
Magni Jarnskor 1989/1998 27/0
Sámal Joensen 1997/2001 21/0
Bartal Eliasen 1997 2/0
Poul Ennigarð 1996 1/0
NSÍ (3 leikarar, 60 landsdystir, 1 mál)
Jens Martin Knudsen 1988/2001 52/-139
Djóni N. Joensen 1994/1997 5/0
Christian Høgni Jacobsen 2001) - 3/1
KÍ (2 leikarar, 12 landsdystir)
Allan Joensen 1995/1996 7/0
Harley Bertholdsen 1992/1996 5/0
B71 (1 leikari, 27 landsdystir, 2 mál)
Kári Reynheim 1988/1995 27/2
FS Vágar (1 leikari, 4 landsdystir)
Eyðfinn Davidsen 1991/1995 4/0
VB (1 leikari, 2 landsdystir)
Bjarni Johansen 1993/1997 2/-5