VFF Cup: EB/Streymur vann á B36

Dysturin TB-FC Suðuroy er fluttur til 22. februar

Savnsmynd frá 2024

Ein dystur er leiktur í VFF Cup hjá monnum í kvøld.

 

Í Hólmanum á Eiði eydnaðist tað EB/Streymi at vinna 2-1 á B36. Heimaliðið skoraði bæði málini í fyrra hálvleiki.

 

Í tíðini dómarin hevði lagt aftrat fekk B36 pyntað um úrslitið.

 

Dysturin millum TB og FC Suðuroy er útsettur til 22. februar.

 

EB/Streymur-B36 2-1 (2-0)

 

1-0 Búi Egilsson (2.)

 

2-0 Boubacar Dabo (34.)

 

2-1 Ragnar Samuelsen (91.)

 

Kelda: FaroeSoccer

 

 

 

 

 

Savnsmynd frá 2024